Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gestur Hovgaard, formaður í Klaksvíkar Ítróttarfelag: Ikki nakað við Sparikassan at gera

John William Joensen

Uppsøgnin av ungdómsvenjaranum hjá KÍ hevur einki við Norðoya Sparikassa at gera, sigur formaðurin í KÍ, Gestur Hovgaard, við Norðlýsið.

– Tað er rætt at tað eru fíggjarlig atlit, sum eru orðsøkin til at vit hava sagt ungdómsvenjaran úr starvið.
– Vit hava eitt sera gott samstarv við Norðoya Sparikassa, og tí er tað skeivt tá sagt verður at Norðoya Sparikassi hevur nakað við uppsøgnina at gera, sigur Gestur Hovgaard, sum annars ikki vildi gera fleiri viðmerkingar til málið.
Formaðurin í KÍ vildi heldur ikki viðmerkja um tað eru fleiri uppsagnir á veg.