Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gestur Hovgaard helt fólkafundarrøðuna í Vágstúni ídag

Oliver Joensen

Stúgvandi fult av fólki var samankomið í Vágstúri tá formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, Gestur Hovgaard helt røðu sína.

Gestur Hovgaard hugleiddi sum vera man eitt sindur um tíðina fyri 100 árum síðani tá Klaksvíkar Ítróttarfelag varð stovnað, og samanbar tað tíðina við tíðina ídag, tá samfelagið og samleikin í Norðoyggjum stendur fyri stórari avbjóðing, nú undirsjóvartunnilin um stutta tíð verður veruleiki.
Gestur helt ikki at orsøk var at óttast avbjóðingar, tí júst fyri 100 árum síðani tá KÍ varð stovnað, vóru avbjóðingarnar til samfelagið eisini stórar. Samfelagið tá var í fer við at fara frá einum bóndasamfelag til eitt fiskivinnusamfelag, men alt hetta frætta vit meira um í Norðlýsinum komandi.