Tørvur er altíð á at fáa nýggjar blóðgevarar, tí verður heitt á fólk um at geva blóð.
Tað er umráðandi hjá blóðbankunum altíð at hava blóð tøkt til fólk sum hava tørv á fáa blóð. Tí er tað eisini umráðandi at fáa nýggjar blóðgevarar.
Um tú hevur hug at geva blóð, ert ímillum 18 og 60 ár og vigar omanfyri 50 kg, so ert tú vælkomin at hyggja inná heimasíðuna hjá føroyskum blóðgevarum: www.gevidblod.fo fyri at fáa meiri kunning um tað at geva blóð.
Tú kanst eisini ringja á tlf. 457475, lokal 305 á Klaksvíkar Sjúkrahúsið og hoyra nærri um at geva blóð ella støkka inná gólvið á sjúkrahúsinum. Eisini er møguleiki at tekna seg sum blóðgevi á www.gevidblod.fo




