Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gevið bolle å innivist í stavraðnum !

John William Joensen

Munnligur fyrispurningar til tingfundin miðvikudagin 18. november 2009:

Til landsstýrismannin í mentamálum:

• Ætlar landsstýrismaðurin í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, at skipa soleiðis fyri, at stavurin å, á donskum vanliga róptur “bolle å”, fær innivist í føroyska stavraðnum?
Viðmerkingar:

Tað hevur eydnast Málfelagnum og henta parlamentariska hirða teirra, at seta lús í føroyska málpelsin. Hendan danska mentanarinnrásin, hesaferð fyriskipað av føroyingum, hevur í ein mun eydnast. Landsstýrismaðurin í mentamálum tók í Útvarpinum undir við stavraðarbroytingini beinanvegin, uttan umhugsan, og seinri hevur formaðurin í Málnevndini sagt sjónvarpinum, at vit eiga at skipa stavraðið eftir donskum leisti. Nú tað slagið er vunnið, nakað á leið, er ein almenn vandetta nú skipa ímóti Navnanevndini, ið hevur tann óskikk fyri, at ráðgeva og taka avgerðir samsvarandi føroyskum málreglum. Tað tykist sum landsstýrismaðurin í innlendismálum eisini er hvokkin og ætlar at intervenera. Mistulkingin og manipuleringin, í kjalarslóðini av einum uppskoti til samtyktar um stavraðið, fær ongan enda. Málið kom jú amputerað, rivið sundur í tógvar lutir, úr nevndini aftur, og soleiðis var tað samtykt. Nakrar semjusøkjandi hugleiðingar í einum nevndaráliti verða nú brúktur sum kúbein fyri at søkja at evsta samleikanum hjá føroyingum.

“Skal tað vera gildið, lat tað so verða gildið”, segði ein klókur maður á sinni. Nú táið landsstýrismaðurin o.o. eru so væl ávegis komin í álopinum á kringumstøðurnar um føroyska málið, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at sett stavin å – “bolle å” – bara onkustaðni í stavraðnum, tá var fordanskingin fullkomin.

Til løgmann:

• Ætlar løgmaður, sum samgonguleiðari, at samtykti rakstrarkarmurin í Ólavsvøkupakkanum skal halda og vera veruleiki, táið fíggjarløgtingslógin fyri 2010 verður samtykt fyri árskiftið?

• Um tað skuldi hent, at lógaruppskotini, ið skulu tryggja karmin, ikki vinna frama í tinginum, hvør skal tá taka stig til, at mista sparingin verður kompenserað aðrar vegir, og við øðrum uppskotum. Landsstýrið, løgtingið ella fíggjarnevndin?
Viðmerkingar:
Eftir tjóðarhátíðina í summar, um tað mundið táið Ólavsvøkupakkin var fyri í tinginum, gjørdi løgmaður fleiri ferðir greitt alment, at uppskotni og síðani samtykti karmurin undir øllum umstøðum skuldi halda. Fyri viku síðani er løgmaður meira ivasamur í Sosialinum. Í samrøðu við Heina í Skorini sigur hann: “Stóra kynstrið er so at lenda á rætta krónutalinum, so ásettu karmarnir verða hildnir. Men um vit enda á tíggju ella tretivu milliónum omanfyri ásetta karmin, so eigur tað ikki at merkja, at allir reformarnir fara í vaskið.” Sjálvsagda niðurstøðan hjá blaðmanninum er: “Við øðrum er hann opin fyri, at karmurin verður víðkaður, og at hallið á fíggjarlógini harvið verður størri.” Í sjónvarpinum hevur ein samrøða givið somu ábending, og nú eru aðrir landsstýrismenn farnir at tosa um broytingar í karminum í mun til nýggjastu útalilsini hjá løgmanni, eitt nú partamaður hansara Jóhan Dahl. Hesar útsagnir hava í stóran mun órógvað arbeiði hjá fíggjarnevndini, tí verður spurningurin settur.

Til løgmann:

• Hvussu stórur hevði rakstrarkarmurin í løgtingsfíggjarlógar-uppskotinum fyri 2010 verið, um nýggja játtanarskipanin hevði verið fylgd í øllum lutum, ella rættari, hvussu nógv hevði tá verið flutt frá íløgukarminum yvir í rakstrarkamin?
Viðmerkingar:
Tað er ongin ivi um, at landsstýrið rívan hevur gingið akkord við nýggju játtanarskipanina, táið løgtingsfíggjarlógaruppskotið var snikkað til. Onkur hevur rópt hetta eitt sminkað lík. Fíggjarnevndin roynir nú at fáa tølini at hanga saman samsvarandi galdandi lóggávu, men hugaligt kundi verið, at fingið at vita frá løgmanni, hvussu nógvar milliónir krónur vóru fluttar yvir á íløgusíðuna, fyri at fáa samtykta karmin at hanga saman í uppskotinum.

Til løgmann:

• Hvønn leiklut hevði løgmaður í málinum, táið uppskotið um havnagjøldini varð afturtikið beint fyri 1. viðgerðina í farnu viku, hví varð uppskotið tikið aftur, og hvussu verður hendan miseydnaða sparingin nú kompenserað, fyri at samtykti karmurin kann halda?
Viðmerkingar:
Nógv bendir á, at løgmaður eigur hetta málið. Fyrst flytir hann tað úr Innlendismálaráðnum niðan í Fiskimálaráðið, og beint fyri, at tingið skal viðgerða tað á fyrsta sinni, verður tað afturtikið. Ongin grundgeving var fyri hesum á tingfundinum, tí verður spurningurin settur.

Til landsstýrismannin í fiskivinnumálum:

• Nær ætlar landsstýrismaðurin at kunngerða fráboðaðu/ætlaðu reguleringarnar, nevndar í viðmerkingunum í samtyktu broytingunum í lógini um vinnuliga fiskiskap, tvs. í uppskotinum, ið varð samtykt fyri at verandi fiskiár byrjaði?
Viðmerkingar:
Í viðmerkingunum til uppskotið, broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, ið varð lagt fram á Ólavsvøku, boðaði landsstýrismaðurin frá, at hann ætlaði at gera nakrar reguleringar í kunngerð. Nú tríggir mánaðir skjótt eru farnir av fiskiárinum bendir onki á nakrar broytingar í mun til ætlaðu fráboðanina, og onkur orsøk man tí vera til tað, sum tingfólk og onnur onki vita um.

Til landsstýrismannin í heilsumálum:

• Hvussu skal borgarin gjalda til ætlaðu heilsutrygdina, og er nakað um tað, at landsstýrismaðurin á fundum við verandi sjúkrakassar hevur fráboðað, at táið gjaldið fer at vera kravt inn yvir skattaskipanina, tá verður hetta gjørt samsvarandi einum “koppskatta”-prinsippi?