Sunnudagin 11. desember kl. 19.00.
Sunnudagin 11. desember kl. 19.00
Tíðindaskriv: Nýggir, føroyskir stuttfilmar verða vístir fram. Eftir sýningina verður avdúkað, hvør vinnur filmsvirðislønina Geytin á 25.000 kr, sum Tryggingarfelagið letur, og sum vinnarin fær handaðar saman við geytastandmyndini, ið Astrid Andreasen hevur sniðgivið. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur.
Í ár kappast 7 føroyskar stuttfilmar um Geytan og Áskoðaravirðislønina
| Filmur | Leikstjóri |
| ÓTTAFET | Nóllywood |
| Nattens Stjerner | Atli Brix Kamban |
| Frávik | Maria G. Tórgarð |
| Bittersweet | Rói Davidsen |
| Marra | Hans Kristian Eyðunsson Hansen og Torfinnur Jákupsson |
| Ramblers | Hanus Johannessen |
| Et knæk | Andrias Høgenni |




