Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Geza Turi og András Gango blivu hetjurnar

Jákup Ósá

Tvær ferðir brotssparkskapping, men at enda komu topp 4 liðini í 2014 og higartil í 2015 í hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið.

Í báðum dystunum í Eysturoynni var dramatikkur fyri allar pengarnar, tá favorittarnir úr Víkingi og NSÍ spældu seg víðari eftir brotssparkskapping. Men hjá báðum stóð sera nógv á. Víkingur var í undirtali og aftanfyri 3-2 í longu leiktíðini. Men Heðin Hansen megnaði at javna í seinastu løtu. Í brotssparkskappingini fekk ÍF eisini ein møguleika at avgera dystin, tá Kristoffur Jakobsen fekk møguleikan. Skoraði hann, so var ÍF víðari, men Geza Turi bjargaði brotssparkinum. Og í 10. brotssparkinum hjá ÍF bjargaði Geza aftur, tá Nenad Saric skeyt. Sostatt bleiv tann í Víkingi so vældámdi 41 ára gamli málverjin hetjan og Víkingur heldur sína siðvenju í steypakappingini.

Í Runavík gav AB annan dystin á rað NSÍ dygga mótstøðu. AB kom á odda 2-1 í longdu leiktíðini eftir at NSÍ annars var komið uppá 1-0. Hóast NSÍ javnaði, so hevði AB bóltin í NSÍ málinum, men málið bleiv kolldømt. Í brotssparkskappingini bjargaði Andras Gango brotssparkinum frá Dmitrije Jankovic og bleiv hetjan hjá NSÍ, sum skoraði uppá øll síni brotsspørk.

So hóast fantastiskt undirhald, har bæði Víkingur og NSÍ einu løtuna í longdu leiktíðini vóru á veg úr steypakappingini, so endaði tað við, at fýra tey bestu liðini í landskappingini í 2014 og higartil í 2015 eru í hálvfinalunum, har vit tí uttan iva fáa nakrar sera spennandi dystir, um vit hava stigatalvuna í huga.

Harleyfacadeacryl