Leikstjóri – Jon M. Chu – Í 2009 kom ein actionfilmur út, sum æt “G.I. Joe: The Rise of Cobra”. Tað var ein filmur, sum var gjørdur eftir leikutoy-røðini “G.I. Joe”. Eg rokni ikki við, at nógv minnast tann filmin, men nú er faktiskt ein tvey’ari komin út, sum eitur “G.I. Joe: Retaliation”.
Leikstjóri
Jon M. Chu
Í 2009 kom ein actionfilmur út, sum æt “G.I. Joe: The Rise of Cobra”. Tað var ein filmur, sum var gjørdur eftir leikutoy-røðini “G.I. Joe”. Eg rokni ikki við, at nógv minnast tann filmin, men nú er faktiskt ein tvey’ari komin út, sum eitur “G.I. Joe: Retaliation”.
Eins og í eittaranum, so fylgja vit einum amerikanskum herliði, sum kallast “G.I. Joes”. Amerikanski forsetin sendir liðið á eina missión í einum øðrum landi, men tað vísir seg at vera ein fella. Teir verða álopnir og næstan allir hermenninir doyggja. Tað vísir seg, at forsetin er ein óndur dupultgangari, sum arbeiðir fyri Cobra Commander (skurkurin í eittaranum), og tann veruligi forsetin er tikin sum gísli. Hermaðurin Roadblock (Dwayne Johnson) og restin av liðnum seta sær fyri, at finna út av, hvørjar ætlanir skurkarnir hava – við hjálp frá einum fyrrverandi generali, Joseph Colton (Bruce Willis).




