Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gibraltar hjálparvenjari: Gibraltar longu 10 pláss frammanfyri Føroyar

Jákup Ósá

Og høvuðsvenjarin hevur sett liðnum sum mál, at enda í ”play-off” dystunum longu til komandi EM undankapping.

Skotski hjálparvenjarin hevur eins og høvuðsvenjarin hjá Gibraltar góðar vónir til framtíðina hjá nýggja UEFA limalandinum.

– Við virðing fyri Føroyum og San Marino, so síggi eg longu nú Gilbraltar 10 pláss omanfyri tey bæði, sigur David Wilson við BBC og sipar helst til FIFA styrkislistan.

Fara eftir ”play-off”

Høvuðsvenjarin hjá Gibraltar, Allen Bula, hevur eisini sett sær høg mál fyri komandi EM undankapping, hóast bólkurin umfatar londini Týskland, Poland, Írland, Skotland og Georgia.

– Málsetningurin er ikki broyttur. Málið er at koma í ”play-off” dystirnar. Eg hugsi, at eftir dystin móti Slovakia(0-0, blaðm.), so hava londini broytt teirra hugsan um Gibraltar, sigur Bula við BBC.