Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gigni í snotuligum hølum á Fornagørðum í Klaksvík

Nordlysid

Deildin hjá Gigni í Klaksvík er nú flutt í nýggj og snotulig hølir á veghæddini í Húsinum á Fornagørðum, sum Klaksvíkar kommuna hevur útvegað, og tí bjóða Gigni og kommunan til almenna móttøku í hølunum hósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16, har høvi verður at síggja umstøðurnar og heilsa upp á leiðslu og starvsfólk.

Deildin hjá Gigni í Klaksvík er nú flutt í nýggj ogsnotulig hølir á veghæddini í Húsinum á Fornagørðum, sum Klaksvíkar kommunahevur útvegað, og tí bjóða Gigni og kommunan til almenna móttøku í hølunumhósdagin 10. mars 2016 frá kl. 14 til 16, har høvi verður at síggja umstøðurnarog heilsa upp á leiðslu og starvsfólk.

 

Bygningurin hjá BankNordik við Klaksvíksvegin í Klaksvík eitur nú Húsiðá Fornagørðum, sum kemst av, at bygningurin liggur á Fornagørðum, sum er gamaltstaðarnavn í Klaksvík.

 

Í hesum bygningi hevur Klaksvíkar kommuna – í sera góðum samstarvi viðymsar almennar stovnar – innrættað hølir til fleiri ymsar deildir og tænasturinnan trivnaðarøkið og barna- og ungdómsøkið.

 

Húsið á Fornagørðum er í trimum hæddum, har ovasta hæddin í løtunihýsir Barnaverndar-tænastuni í Norðoyggjum, Námsfrøðiligu Ráðgevingini ogdeildini hjá Sernámi í Norðoyggjum, sum har fáa gagn av at verða undir samataki og í góðum umstøðum.

 

Miðhæddin á Fornagørðum verður um eina tíð innrættað til áður nevndustovnar, sum tá flyta niður á miðhæddina, samstundis sum Heilsutrygd fer atflyta inn á ovastu hædd.

 

Umleið helmingurin av niðastu hædd, veghæddini, er nú innrættaður til Gigni– Heilsufrøði til børn & ung – sum nú er flutt inn í hesi nýggju hølini í Húsinumá Fornagørðum í Klaksvík. Samstundis verður arbeitt við at fyrireika innrættingav restini av veghæddini til aðrar stovnar innan málsøki, sum kunnu fáa gagn oggleði av at verða undir sama taki.

 

– Húsið áFornagørðum er eitt av málunum, sum vit hava raðfest høgt hetta valskeiðið, ogtí eri eg ógvuliga fegin um, at vit er komin so væl áleiðis við hesarispennandi verkætlan, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, sum í farnu viku vará gátt hjá Gigni og hugdi at snotuligu umstøðunum á Fornagørðum.

 

– Uttan tað sera góða samstarv, sum vit havavið ymsu stovnarnar, hevði hetta ikki verið gjørligt, og tí vil eg fegin takkaBjartu Vilhelm, stjóra í Gigni, fyri sera gott samstarv, nú vit í felag vilja gevaøllum høvi at síggja nýinnrættaðu hølini á Fornagørdum.

 

– Saman við Gigni bjóða vit øllum áhugaðumtil almenna móttøku hósdagin 10. mars frá kl. 14:00 til 16:00, har millum annadtónleikaframførsla, lætt ábit og røður verða á skránni, og har øll eruhjartaliga vælkomin, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

 

Dagligastarvast Maria Matras og Karin Lassen, heilsufrøðingar, á deildini hjá Gigni íHúsinum á Fornagørðum, og vóna tær báðar at fáa nógv fólk á gátt hósdagin 10.mars 2016 frá kl. 14 til 16.