Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

GÍ/LÍF brynja seg til Formuladeildarfótbólt: GÍ/LÍF breiðka um sín leikarahóp

Norðlýsið ÍTROTTUR

Samanlagda felagið GÍ/LÍF brynjar seg av álvara til komandi kappingarár, og umframt heimliga tilfeingið hevur felagið fingið onkrar leikarar úr øðrum feløgum.

Givið er, at eitt samanlagt felag, sum fevnir um bæði Leirvík og Gøtu, fer at hava eitt breiðari grundarlag at byggja sína tilveru á, og tað sæst eisini aftur í tí hópi, sum samanlagda felagið í hesum døgum er byrjað at presentera.

www.lif.fo og www.gi.fo greiða frá fleiri spennandi nøvnum á leikarum, sum nú hava gjørt avtalu við felagið um at vera við í besta hópinum.

Feløgini boða frá, at fyrireikingarnar til komandi kappingarár eru í hæddini. Nevndirnar í GÍ og LÍF hava umframt sjálva samanleggingina nógv annað at hugsað um. M.a. leikarahópin til Formuladeildina komandi kappingarár.

Millum leikararnar, sum higartil eru blivnir presenteraðir eru m.a.:

Sam Jacobsen, sum var ársins leikari í GÍ farna kappingarár, heldur fram. Sam hevur eisini havt ein leiklut á U-21 landsliðnum í 2007.

Símun Louis Jacobsen, sum er ein av týðandi leikarunum á GÍ liðnum seinnu árini, heldur eisini fram.

Hanus Jacobsen, sum er úr Gøtu, hevur í 2007 roynt eydnuna við AB á Argjum, men komandi kappingarár verður hann aftur at síggja á heimavølli.
 
Atli Gregersen, sum er ein stórur, sterkur og bólttryggur verjuleikari, hevur roynt seg bæði uttanlands og í GÍ. Seinasta kappingarár leikti hann við GÍ, men áðrenn tað hevur hann m.a. leikt við Frem í donsku 1. deild.

Hans Pauli Petersen
hevur í fleiri ár verið partur av besta liðnum hjá GÍ. Hóast evnini hava verið eyðsýnd, so hevur hann seinastu tvey árini verið nógv plágaður av skaða. Í fjør bragdaði tó, og hann fekk víst hvør dugur er í honum. Hans Pauli kann spæla á fleiri plássum bæði í verjuni og á miðvøllinum.

Sverri Jacobsen er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu. Í 2007 leikti hann heilt nógv í álopinum, men kann eisini leika longri afturi á miðvøllinum.

Andreas Lava Olsen úr Leirvík hevur verið eitt eyðsýnt talent í nógv ár, og fer komandi ár fyri fyrstu ferð at royna seg í Formuladeildini. Hann hevur higartil leikt allar sínar fótbóltsdystir við LÍF. Andreas hevur harumframt royndir frá øllum ungdómslandsliðnum og seinastu var m.a. partur av U21-landsliðnum móti Albania og Italia.

Sølvi Vatnhamar úr Leirvík er evnaríkur ungdómsleikari, sum eins og Andreas hevur leikt á ungdómslandsliðum. Í ár hevur hann m.a. verið partur av U21 landsliðnum. Sølvi leikti seinasta ár við 1. deildarliðnum hjá LÍF.

Magnus Skoralíð úr Leirvík hevur leikt við formulaliðnum hjá GÍ seinnu hálvu av kappingarárinum í 2007. Fyrru helvt í 2007 og í 2006 var hann liðformaður og ein av berandi monnunum á 1. deildarliðnum hjá LÍF.

Finnur Justinussen
er ein av ungu evnaríku leikarunum í Gøtu, sum í 2007 fekk nakað av spælitíð í álopinum hjá Formulaliðnum hjá GÍ.

Sámal Joensen hevur seinastu mongu árini verið ein av profilunum í føroyskum fótbólti. Hevur hevur verið við til vinna tað, sum vinnast kann í føroyskum fótbólti fleiri ferðir, hevur leikt á landsliðnum, men mátti í fjør geva avboð vegna skaða, og hann hevur eisini roynt seg sum yrkisleikara í Íslandi.

Niclas Niclasen
hevur seinnu árini leikt við GÍ. Niclas er annars klaksvíkingur og hevur leikt í KÍ í í mong ár. Niclas er sterkur og skilagóður verjuleikari, ið móti endanum av kappingini í fjør lyfti leiklutin, sum liðformaður á GÍ liðnum á frálíkan hátt.

Áslakkur Petersen
hevur leikt á hægsta stigi í Gøtu í fleiri ár. Áslakkur er fuglfirðingur og hevur traðka sínar barnaskógvar í ÍF. Áslakkur kann leika á fleiri plássum á vøllinum, men fyri tað mesta hevur hann roynt seg á høgra vongbakki. Áslakkur er serliga kendur fyri sítt frálíka langskot.

Jan Poulsen er ungur evnaríkur leikari, ið enn ikki er sloppin veruliga at royna síni evni á ovastu rók. Jan hevur tó verið partur av hópinum í nøkur ár, men hevur verið sera darvaður av skaða m.a. beinbroti. Spennandi verður at síggja, hvussu ungi syðrugøtumaðurin fer at roynast.

Kaj Ennigarð er seinasta skotið á stammuni hjá GÍ/LÍF til komandi kappingarár. Sum flestum kunnugt leikti Kaj við KÍ í 2007, men hann er nú aftur í Gøtu, har hann í 2008 fer at royna seg fyri samanlagda felagið GÍ/LÍF.

– – –

Omanfyri nevndu nøvn bera boð um, at tey GÍ/LÍF eru fyrireikaði væl ávegis til komandi kapping í Formuladeildini.