Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli á veg til AaB

Jákup Ósá

Gilli Sørensen sigur, at tað mesta talar fyri, at hann spælir við danska felagnum AaB um stutta tíð.

Gilli Sørensen royndarvandi í summar við AaB. Har gekk so mikið væl, at stórur áhugi var at fáa hann aftur. Tað eydnaðist ikki í summar at gera eina semju. Men eftir at føroyska kappingin er av, so væntar Gilli at ein sáttmáli við AaB verður gjørdur.

– Áhugin frá AaB var so mikið stórur í summar, at nógv talar fyri, at eg fari at spæla við AaB. Samband er millum AaB, mín umboðsmann og B36 og tað gongur tann vegin, at ein semja finst. Mítt mál hevur altíð verið at sloppið uttanlanda at roynt meg. Hetta árið í B36 hevur verið læruríkt, har eg havi fingið góða venjing frá Mikkjal (Thomassen, blaðm.) og lært nógv frá leikarum sum Súna (Olsen, blaðm.) og Lukasz (Cieslewicz, blaðm.), men málið nú er at sleppa uttanlanda, sigur Gilli Sørensen við Norðlýsið í kvøld.

U21 landsliðið spælir 15. November á útivølli móti Írlandi og Gilli væntar, at beint eftir tann dystin verður sáttmáli møguliga gjørdur við AaB. AaB liggur í løtuni á 2.plássi í Superliguni.