Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli móti Bendtner sunnudagin á kendari sjónvarpsrás

Jákup Ósá

Gilli R. Sørensen vónar og væntar at byrja inni í dystinum sunnudagin móti Rosenborg og Niklas Bendtner, sum allir føroyingar kunnu síggja á danska 6 arinum.

Gilli R. Sørensen vónar og væntar at byrja inni í dystinum sunnudagin móti Rosenborg og Niklas Bendtner, sum allir føroyingar kunnu síggja á danska 6 arinum.

Gilli R. Sørensen hevur staðið seg væl í Brann í bestu norsku deildini, har hann hevur fingið nógva spælitíð og eisini skorað fleiri mál. Seinast var hann tó ikki við í hópinum, tá Brann spældi móti Molde vegna skaða.

– Eg slapp ikki við vegna smá skaða í baklærinum, so teir tóku ongar kjansir við mær. Eg havi ongantíð i lívinum spælt so nógvar dystir sum í ár, so man má ansa eftir, at man ikki rennur í ein skaða til síðst, so eg havi tað fínt við, at teir passa uppá meg 100 prosent, sigur Gilli R. Sørensen við Norðlýsið. – Eg venji í dag aftur og vónandi komi eg ígjøgnum venjingina uttan trupulleikar, og geri eg tað, so skuldi verið góður møguleiki fyri at byrja inni sunnudagin, sigur hann.

Týdningarmikil dystur fyri Brann

Undan dystinum sunnudagin liggur Rosenborg á odda við 53 stigum fyri 25 dystir, meðan Brann á 4. plássi hevur 40 stig. Fimm umfør eru eftir og Gilli sigur, at tað hevur týdning at fáa vent gongdini hjá Brann, sum ikki hevur verið góð seinatsu tíðina.

– Ja, tað verður spennandi sunnudagin. Vit hava tapt tríggjar teir seinastu dystirnar, so tað skal helst koma vend í hjá okkum, um vit skulu út í Europa komandi ár, sigur Gilli R. Sørensen.

Dysturin millum Brann og Rosenborg verður leiktur sunnukvøldið kl. 19.00 á Brann Stadium og verður vístur beinleiðis á 6 arinum.