Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli Rólantsson Sørensen við flottum máli á Lerkendal móti Rosenborg

Jákup Ósá

Tað var ikki danski Bendtner, men føroyski Gilli Rólantsson Sørensen, sum kom á máltalvuna við flottum langskoti.

Føroyingurin er í gongd við at skapa sær eitt heitt navn í norskum fótbólti eftir, at hann í kvøld skoraði eitt flott mál á útivølli móti oddaliðnum Rosenborg.

Gilli Rólantsson Sørensen hevur fingið eina góða byrjan í Brann. Í kvøld skoraði hann við vøkrum langskoti móti ongum minni enn Rosenborg, enntá á útivølli. Gilli fekk bóltin í vinstru síðu, trekti inn í vøllin og skeyt so bóltin dygst úti við stólpan. Málið var til 1-1 og kom í 79. minutti.

Tíverri fyri Gilla, so bleiv málið ikki so avgerandi, tí Rosenborg skoraði sigursmálið í yvirtíðini. Rosenborg liggur á odda í deildini við 19 stigum. Brann er á 4. plássi við 11 stigum.

Málið kann síggjast HER