Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gilli skilir at hann ikki byrjaði

Jákup Ósá

(Budapest) Fleiri høvdu kanska væntaðat sæð Gilla Sørensen á vøllinum frá byrjan móti Ungarn, tá nú fleiri leikarar manglaðu.

Gilli Sørensen spælir til dagligt viðAaB í bestu donsku deildini. Men har hevur hann tað trupult við atfáa fast pláss á liðnum og eisini skal hann venja seg við atspæla á nýggjum plássi.

– Í AaB stríðist eg um plássið áhøgra bakki. Tað plássið vóni eg at fáa, tá sáttmálin hjákappingarneytanum gongur út seinni í ár. Men skal eg siga taðsjálvur, so er mítt besta pláss á vinstra kanti. Men eg spælialtíð har, sum venjarin setur meg, sigur Gilli Sørensen.

Tá vit spyrja Gilla um, hvat plásshann hevði valt á landsliðnum, um hann slapp at velja, so svararhann soleiðis:

– Skuldi eg valt eitt pláss álandsliðnum, so skuldi tað verið eitt av teimum offensivuplássunum, tí eg havi framvegis onkrar trupulleikar við at verjao.s.v., men eg spæli, har sum venjarin vil hava meg at spæla, sigur hann.

Gilli er klárur, um hann færmøguleikan móti Rumenia.

– Tað var eitt lítið vónbrot, at egikki byrjaði móti Ungarn. Men eg skilji tað væl, tí eg spæliikki í AaB. Móti Rumenia vóni eg sjálvandi at sleppa at spæla frá byrjan. Men tað ræður um at vera klárur, um eg fáimøguleikan, sigur Gilli Sørensen við Norðlýsið.