Asbjørn Djurhuus flutti fram røðu, tá jólatræið í Tjørnuvík varð tendrað í kvøld kl. 19.30. Asbjørn er limur í Sunda Kommunu og formaður í Kommunufelagnum.
Vit prenta røðuna niðanfyri:
Góðu Tjørnuvíksingar – og gestir annars.
Tað er hugaligt at síggja, at so mong eru komin saman her í kvøld.
Jólatræið hevur jú ein serligan týdning fyri okkum øll.
Men vit mugu ikki gloyma tey sjúku og gomlu í hesi løtu, sum ikki hava henda møguleikan, at koma saman.
Lat okkum senda teimum ein tanka, tí bert hetta at samlast her til eina hugnaløtu er ein gáva, sum vit eiga at takka fyri. Tí, sum tey gomlu søgdu: “Heilsan er alt”.
Vit eru nú komin inn í atventina, og tað merkir, at nú eru jól í hondum. Jólini eru barnahátíðin stóra. Soleiðis hevur altíð verið og kemur nokk altíð at vera. Tey smáugleða seg nógv og fáa ikki tíðina at ganga. Dagarnir fáa ongan enda, meðan vit onnur, sum komin eru upp í árini, halda, at tað gongur alt ov skjótt – ”aftur jól nú?”
Atventin merkir “koma” (fyrireiking) og tað eru vit eisini byrjað við. Hugnaligt er at síggja øll ljósini í vindeygunum og aðrastaðni við. Tað fløvar, tí alt livandi tráar eftir ljósinum, serliga her hjá okkum í myrkastu tíð á árinum. Tí er árstíðin til jólini í okkara parti av heiminum sera væl vald.
Men Guð, sum skapti alt, segði eisini, tá liðugt var, at “alt var væl gjørt”.
Vit mugu ikki gloyma, hví vit halda jól. Jesubarnið, sum kom í heimin fyri 2013 árum síðani, er størsta gávan, sum Guð hevur givið mannaættini, og er henda gávan tekini um, at vit geva øðrum gávur á jólum og gleða hvønnannan.
Tann størsta gávan (er tann vit geva) og ikki tann vit fáa. Granntræið ella ‘jólatræið’, ið er grønt alt árið, er sjálv ímyndin av ævigu vónini, ið aldri doyr, og sum menniskju krøkja seg fast í – kanska serliga hesa myrku tíðina, og tað er júst tí, vit nýta hetta træið til jólatræ. Tað er jú so grønt og livsjáttandi, nú alt annað er følnað rundan um okkum, og ljósini, vit heingja á træið, eru somuleiðis ímyndin um lívið,tí “ljósið” er ein avgjørd fyritreyt fyri øllum, sum livir á foldini.
Ofta hoyra vit, at ov nógv verður gjørt burtur úr, og jólastákið er alt ov nógv – at vit stressa okkum ov nógv. Kanska var onkuntíð í so nógv ferð á, og vit skuldu nýtt hugnan meiri heima við hús, men einki kann tað so ikki vera!
Ein danskur jólasangur sigur soleiðis: ‘Julen varer længe, koster mange penge’,og nakað kann vera um tað, men nýtist nú gávan at kosta so nógv?
Hvat við einari vitjan inn á gólvið hjá einum, sum tú og eg hava ætlað í langa tíð? Kanska kom hon væl við. Ella at stokkið inn á gólvið hjá onkrum, sum situr einsamallur ella einsamøll? Kanska var tað besta gávan fyri bæði teg og meg, og vit nýtast ikki at fara so langt – tey eru kanska nógv nærri, enn vit vita um.
Robert Joensen hevur týtt ein jólayrking, ið mær dámar so væl.
Tvey tey fyrstu ørindini eru hesi:
1. Mær er kensla í barmi, ið ei er mær von,
hon várinum líkist, tó vetur kring lon.
Mær er kensla í sinni,
av summri ber minni
við fuglanna ljóð,
tó grasið er gulnað, og fuglur mót havinum stóð.
2. Mær er kensla í barmi, sum fróan meg ger,
sum lívgar mítt hjarta á ungmannaferð.
Mær er nakað í sinni,
eitt kærasta minni
við kertum og lag
frá móður, er hoyrdi á jólum, tá sálmin hon kvað.
Tíðir broytast, og tær eru broyttar nógv, serliga fyri okkum, sum komin eru upp í árini, og einki bendir á, at hetta steðgar; tær broytast helst enn meira, sum tíðin fer.
Men “jólaboðskapurin” er hin sami. “Friður á jørð, og í menniskjum góður tokki.”
Framhaldandi eina góða atvent – og eini gleðilig jól, tá tey einaferð koma.
Takk fyri.
Asbjørn Djurhuus




