Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gingið sera gott KBF í Íslandi

KBF

Vit hava nógvir leikarar, sum skulu leika semifinalur í morgin, tá skulu eisini okkara leikarar í U11 single gentur og dreingir. So sunnudagurin verður eisini sera spennandi, skrivar KBF.fo

Vit hava nógvir leikarar, sum skulu leika semifinalur í morgin, tá skulu eisini okkara leikarar í U11 single gentur og dreingir. So sunnudagurin verður eisini sera spennandi.

Í U13 dreingir eru Óli Eyðsteinsson úr KBF og Ári Nandy úr MBF komnir í semifinaluna.

Hjá U13 gentum er Mona Rasmusdóttir komin í semifinaluna

Hjá U13 MIX eru Ari M Jacobsen KBF og Mona Rasmusdóttir ÍF komin í aðra semifinaluna og Ari Nandy MBF og Sissal Thomsen HBF skulu leika ímótir Óla Eyðsteinsson Poulsen og Lenu Mariu Joensen KBF í hinari semifinaluni.

Hjá Gentum U13 double eru Mona Rasmusdóttir ÍF og Lena Maria Joensen KBF komnar í aðra, og Alma Petersen og Sissal Thomsen HBF komnar í hina Semifinaluna

Hjá Dreingir U15 single komu Dann Fróðasson MBF í aðra og Brandur Jákupsson HBF í hina semifinaluna

Hjá Gentum U15 kom Marjun á Lakjuni KBF í aðra semifinaluna og Gunnva Jacobsen í hina.

Hjá U15 mix komu Dann Fróðasson MBF og Gunnva Jacobsen HBF í aðra semifinaluna og Brandur Jákupsson HBF og Marjun á Lakjuni KBF í hina semifinaluna.

Hjá U15 dreingir double komu Andrass Dánjalsson og Dann Fróðasson í aðra semifinaluna og Brandur Jakupsson og Dávid Henze í hina semifinaluna.

Hjá U15 dámu double skulu Femja M Jacobsen og Marjun á Lakjuni KBF leika ímótir Juliu Carlsson HBF og Áróra Trósrardóttir Ísland í aðrari semifinaluni, og Lý Dánjalsdóttir og Jóna Poulsen MBF komu í hina.

Í U17 kom Magnus Dal-Christiansen HBF í semifinaluna.

Hjá U17 Dreingir Double komu Magnus Dal-Christiansen HBF og Rani í Bø KBF í semifinaluna.

So ikki kann sigast annað, enn at tað er gingið sera gott hjá okkara røsku badminton leikarum í Íslandi. Annars hava okkara leikarar gjørt tað gott, og fleiri eru komin í semifinalur í B rekkjuni eisini, og øll hava hugna sær í Íslandi.

Vit ynskja øllum okkara leikarum góða eydnu í morgin:-)

LES MEIRA OG SÍ MYNDIR Á WWW.KBF.FO

Harleywoodpaint