Norðoya Gongufelag skipaði í dag fyri tí størsta túrinun, sum felagið hevur gjørt síðani tað var stovna. Heili 85 fólk vóru møtt upp til hendan túrin, sum var lýstur á facebook síðuni hjá Norðoya Gongufelag
Norðoya Gongufelag skipaði í dag fyri tí størsta túrinun, sum felagið hevur gjørt síðani tað var stovna. Heili 85 fólk vóru møtt upp til hendan túrin, sum var lýstur á facebook síðuni hjá Norðoya Gongufelag
Norðlýsið vendi sær til Pól Sundskarð fyri at frætta um túrin og eru myndirnar eisini tiknar av Pól Sundskarð.
Norðoya Gongufelag hevði heitt á Pól Sundskarð um at verða ferðaleiðara á túrinum. Túrurin var ikki fyri særtar sálir. Hetta var ein krevjandi túrur, sum var tilsamans 22 km í 10 tímar. Túrurin byrjaði við brunnarnar, har gekk leiðin út á Borðoyanes, har gekk leiðin norður á Miðfjall har Pól Jóhannesen hevði eina talu um Kristihimmalsferðadag.
Avbjóðingin var at koma av Miðfjall við øllum 85 fólkunum her er grítut lendi, so neyðugt var at ansa væl eftir hvørjum øðrum. Hettar gekk sera væl yvur til Háfjall. Har var hugnaløta har Tormund Jóhannesen sang solo “Gangi eg um heiðar fjøll og Dalar, meðan Gongufólkini sungu kórsang saman við, hettar var stroyma beinleiðis á F.B. Signhild V. Johannesen hugleiddi um fjøll og fjallatúrar. Ein sera hugnalig løta.
Leiðin av Háfjalli er ikki heilt vandaleys fyri so nógv fólk, men við góðari hjálp frá øllu gekk tað sera væl, komin omaná Brúnaskarð gekk leiðin niðan á Halgafelli og síðani niðan á Klakk.
Tá komi var omanaftur til Brunnarnar Borðreiddi Símin við súpan og smyrjibreyði. Og eftir hetta Spældi Steintór Rasmussen nakrar sangir. Ein sera hugnaligur túrur.
Fólk úr øllum Føroyum høvdu leitað sær norður at ganga teinin. Pól Sundskarð upplýsir, at túrurin verður lagdur út á hiking.fo í morgin