Mikukvøldið kl. 20 hevur Klaksvíkar Sjónleikarafelag frumframførslu av sjónleikinum Gittaristarnir.
Tað er Line Knutzon, sum hevur skrivað leikin og Bergur Rasmussen hevur týtt hann til føroyskt.
“Hetta er tann “mest øðrvísi” leikurin, sum Klaksvíkar Sjónleikarafelag nakrantíð hevur spælt,” sigur Rudolf Joensen, fyriskipari.
Talan er um ein tragikomiskan leik, ið nemur við aðrar leiðir, enn tað vit eru von við í Føroyum.
Vísusangarin John Hansen er deyður og fíra trúfastir fjepparar skipa fyri eini minniskonsert um hann frammanfyri húsini hjá honum.
Leikurin handlar lítið um tann deyða, men mest um hesar fjeppararnar. Einir 8 – 10 stuttir sangir verða sungnir í leikinum.
Leikurin verður frumframførdur í Spaniastovu mikukvøldið kl. 20.
Leikarar eru: Høgni Olsen, Sára Skarðenni, Jógvan á Høvdanum (yngri) og Eva Maria Brynhildardóttir Bláhamar.
Ria Tórgarð er leikstjóri og Archibald Black hevur hevur staðið fyri leikmyndaumhvørvinum.
Atgongumerki til leikin kunnu keypast á www.atgongumerki.fo




