Báðar bygdirnar Gjógv og Viðareiði liggja við norðurendar landsins, og tað er ikki langt ímillum teirra. Fyrr vistu teir sjálvandi av hvørjum øðrum og hittust í onkrari grind og á ólavsøku, men teir høvdu eingi beinleiðis viðurskifti sínámillum. Tí hittust teir ikki hjá hvørjum øðrum fyrr í tíðini. Síðani bergholini og alt samskiftiskervið er nútímansgjørt, er so mangt kollvelt. Nú kann ein gjáarmaður saktans finna uppá at seta seg inn í bilin og koyra sær ein túr norður til Viðareiðis.
Báðar bygdirnar Gjógv og Viðareiði liggja við norðurendar landsins, og tað er ikki langt ímillum teirra.
Fyrr vistu teir sjálvandi av hvørjum øðrum og hittust í onkrari grind og á ólavsøku, men teir høvdu eingi beinleiðis viðurskifti sínámillum. Tí hittust teir ikki hjá hvørjum øðrum fyrr í tíðini.
Síðani bergholini og alt samskiftiskervið er nútímansgjørt, er so mangt kollvelt. Nú kann ein gjáarmaður saktans finna uppá at seta seg inn í bilin og koyra sær ein túr norður til Viðareiðis.
Tað var júst tað, sum hendi. Tá ið gjáarmaðurin hevði hugt seg um á Viðareiði, hitti hann ein viðing og teir fingu eitt longri prát um bygdirnar báðar. Tað er so mangt sum líkist:
Báðar liggja tætt uppat teimum ríku fiskileiðunum norðanfyri, og tað gevur teimum góðar møguleikar at troyta havsins ríkidømi, sum altíð hevur verið ein av grundsúlunum undir føroyska samfelagnum.
Hin súlan, sum ikki hevur havt minni týdning fyri bygdirnar, er jørðin. Báðar hesar bygdirnar eru vælsignaðar í yvirmát við nógvari og framúr góðari jørð, sum bæði gjáarmenn og viðingar hava sett stóran prís uppá.
Meðan flestu føroysku bygdir máttu lata sær lynda við omanfyri nevndu grundsúlur at byggja sína tilveru á, so vóru hesar báðar bygdirnar harumframt ríkaðar við einari triðju “súlu”, sum hevði alstóran týdning: tað vóru bjørgini og bjargavinnan, sum umframt fongin eisini var tann mest spennandi vinnan. Hjá viðingum er talan um Enniberg og øll fuglalondini har um leiðir. Hjá gjáarmonnum eru tað Gjáar-bjørgini og Búgvin.
Og fólkið var dugnaligt og raskt í báðum bygdum, tað er eingin ivi um tað. Í báðum støðum hava verið til staðar alra bestu fyritreytir fyri trivnaði og menning,
So er spurningurin: hví hevur so gongdin seinastu 100 árini verið so ymisklig í hesum bygdum?
Fólkatalið fyri 100 árum 2013 Broyting
síðani %
við Gjógv sløk 300 sløk 30 – 90
á Viðareiði uml 200 uml. 350!! +75
Gjáarmaðurin og viðingurin løgdu høvdini rættiliga í blot til tess at finna eina frágreiðing um orsøkina til hesa fullkomuliga ymiskligu gongd, hóast fortreytirnar á allan hátt sýntust at vera tær somu.
So gáaðu teir um, at á einum øki hevði gongdin ikki verið tann sama:
Viðareiði hevði bara fostrað ein hægri lærdan mann í nýggjari tíð, og tað var Kristian Matras, professari. Hann fór av oynni fyri 100 árum síðani og kom ongantíð aftur.
Við Gjógv var øðrvísi. Fyri 100 árum síðani komu teir eftir øllum at døma til ta niðurstøðu við Gjógv, at einasta gongda leið frameftir var, at sum flest søktu sær hægri lærdóm. Og tey so gjørdu:
Ein lærdi til biskup, fleiri til prestar, sakførarar, læknar, søgufrøðingar, lærarar osfr. Sigvaldsen nevndi um dagarnar, at einaferð høvdu 26 gjáarfólk læraraútbúging. Í mesta lagi eitt av teimum læraralærdu kundi fingið arbeiði við Gjógv. Og eingin annar av øllum teimum hundrað tals lærdu gjáarfólkunum!!
Á Viðareiði var heilt ein annar hugburður. Grundarstøðið var, at har vildu tey vera og gagnnýta heimliga tilfeingið og fáa sær tær útbúgvingar, sum neyðugar vóru í tí sambandi.
– – – – – – – –
Eru Føroyar á leið ímóti somu lagnu sum bygdin við Gjógv?
Hugburðurin yvirhøvur í hesum landi í dag minnir nógv um hugburðin hjá gjáar-fólki fyri 100 árum síðani.
Ein nevnd fyri og onnur eftir skrivar álit um, hvussu vit skulu fáa fólk at støðast í hesum landi. Og at fáa tey at flyta heimaftur, sum farin eru. Og bøkur verða skrivaðar um somu evnir.
Uppskriftin er altíð tann sama sum hjá teimum við Gjógv á sinni:
øll mugu fáa hægri útbúgving.
Síðstu útrokningarnar vísa, at neyðugt verður at játta 700 mill. kr. afturat til víðari útbúgving – og tað beinanveg – til tess at bjarga landinum!
Tað sær út, sum at øll hava gloymt at nýta vanligt vit og skil.
Gunnar Gallstein




