Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðargrunnin (Samhaldsfasta) hevur gjørt av at gjøldini úr grunninum skulu hækka við trimum prosentum frá fyrsta januar 2017.
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðargrunnin (Samhaldsfasta) hevur gjørt av at gjøldini úr grunninum skulu hækka við trimum prosentum frá fyrsta januar 2017. Hetta merkir at allir pensjonistar fara at fáa 115 krónur meira um mánaðin úr grunninum.
Gjaldið er í løtuni 3.910 krónur um mánaðin og tað verður 4.025 krónur um mánaðin næsta ár.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2015 vóru útgoldnar nærum 268 mió. kr. í eftirlønum úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum, meðan útgjaldið til eftirløn í 2016 er mett til 360 mió. kr.
Í stýrinum fyri Samhaldsfasta sita: Annfinn V. Hansen, formaður, Marita V. Rasmussen, stýrislimur, og Georg F. Hansen, stýrislimur




