Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gjaldið verður tað sama í Norðoyatunlinum og Vágatunlinum

John William Joensen

Nevndin í p/f Norðoyatunlinum hevur ásett prísin fyri at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin, og er hesin settur til at vera tann sami, sum nú er galdandi fyri at ferðast gjøgnum Vágatunnilin, eins og somu avsláttarmøguleikar vera.

Ár 2006 er royndartíð og støða verður av nýggjum tikin til nýtslugjaldið um ársskiftið 2006/2007.
 
Avtala er gjørd millum Norðoyatunnilin p/f og Vágatunnilin p/f, soleiðis at tann, ið hevur hald hjá øðrum felagnum, kann ferðast gjøgnum hin tunnilin við sama kubba og sama avsláttri. Tó er árshald einans galdandi fyri hvønn tunnilin sær.
 
Prísurin fyri at ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin verður sostatt hesin:

Fyri lætta ferðslu er kostnaðurin fyri staka ferð 170 kr t/r

Fyri bilar millum 6 og 12,5 m er gjaldið 670 kr/t/r, og fyri bilar oman fyri 12,5 m er gjaldið 1.000 kr t/r.

Fyri lættar bilar er møguligt at tekna eitt árshald, sum loyvir óavmarkaða koyring. Haldið verður teknað fyri eitt ár í senn, og er treytað av, at avtala er gjørd um, at goldið verður mánaðarliga forút við GS-avtalu.

Kostnaðurin er 1000 kr/mánaða ella 12.000 kr/ár.

Hald kunnu teknast hjá Norðoyatunlinum frá mars 2006, og koma í gildi tá ið tunnilin letur upp. Nærri verður lýst um hetta seinni.
 

Vinarliga
Norðoyatunnilin p/f
Dávid Reinert Hansen
stjóri