icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gjørt er av at seta Rógva Reinert í starvið sum aðalstjóri í Fiskimálaráðnum.

John William Joensen

Rógvi Reinert, sum er 42 ára gamal og býr í Kaldbak, tekur við starvinum tann 1. februar, tá verandi aðalstjórin, Herálvur Joensen, tekur við starvinum sum føroyskur sendimaður í Danmark.

Rógvi Reinert var í 1992 útbúgvin fiskivnnukandidatur frá lærda háskúlanum í Tromsø. Hann hevur mongu seinastu árini starvast sum virkisleiðari og stjóri innan flakavinnu og fiskaútflutning. Seinastu tíðina hevur Rógvi Reinert starvast sum fulltrúi í Fiskimálaráðnum.

Harleyfacadeacryl