Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glaðir sudokuvinnarar

John William Joensen

Vit hava funnið vinnararnar til sudokukappingarnar í Norðlýsinm seinasta hálva ári, og sigast má at fólk vóru glað og ovfarin fyri stóru vinningarnar.

Vit hava funnið vinnararnar til sudokukappingarnar í Norðlýsinm seinasta hálva ári, og sigast má at fólk vóru glað og ovfarin fyri stóru vinningarnar.

Tað er nú bert til dagdvøldu ella til stuttleika, at fólk loysa slíkar uppgávur í bløðunum. Vit á Norðlýsinum valdu at gera hesa ítróttina eitt sindur meira spennandi, við at fáa ymiskar handilsfyritøkur at vera við at geva vinningar til okkara sudokukapping.

Væl gekst og høvuðsvinningurin var eitt vikuskssiftisuppihald fyri tvey vaksin og tvey børn, á sera vælumtókta Deplinum í Skálavík.

Serstakliga barnafamiljurnar trívast væl í Skálavík. Tá Norðlýsið vitjaði har í summar, vórðu vit víst kring um á Depilinum. Stóra kantinan var ljós og hugnalig og beint tá vit vóru har, hevði familja úr Klaksvík valt at hátiðarhalda eitthvørt á Deplinum og tey vóru eini 15-20 í tali har bæði abbar, ommur, pápar, mammur og børn, heilt niður í pinkubønrn vóru við, og tey lótu sera væl at.

Sagt varð, at børnini stórtrivust í spælistovuni, ið var stór og rúmlig, og har alskyns leikur og sogar eisini ein hoppiborg vóru inni. Spælistovan er í veruleikanum ein stórur salur, sum kann leggjast saman við øðrum høli við klaveri og ljóðførum, soleiðis at skipast kann fyri møtum ella stórfundum, um tað krevst.

Ein kreativ stova var eisini til børnini, har tey kundu tekna, mála og hava alt møguligt til undirhalds innan evning. Biografsalur var eisini til børnini. Tá børnini fóru at hyggja eftir filmi fingu teir eitthvørt ábit eins og tey fingu ókeypis sodavatnsís allan dagin.

Uttanfyri depilin er eisini heitur pottur, sum børn og vaksin kunnu hugna sær í.

Búrúmini hjá gestunum á Deplinum eru eisini framúr. Konseptið Depilin í Skálavík er at líkna saman við donsku feriusentrini.

Vinnarin av vikiskiftisuppihaldium á Deplinum.

Ragnfríð Pegtersen úr Rituvík, vann eitt slíkt uppihald á Deplinum í Skálavík. Ragnfríð arbeiðir á Borg í Runavík.

Tá vit vóru á Borg í Runavík mikudagin og handaðu henni vinningin, fingu vit eina mynd av henni saman við tveimum av synum hennara. Ragnhild segði okkum, at hon og maðurin, Høgni Petersen, áttu tríggjar synir, tveir eru vaksnir, ímeðan tann yngsti er 13 ár. Tað vera helst eg maðurin, sum saman við yngsta soni okkara og ommisoninum Høgna Johannesen, sum fara at hugna okkum á Depilinum í Skálavík í summar.

Vinnarin av

IPadinum frá NEMA

NEMA er ein av størstu fyritøkunum í Føroyum innan KT og á telduøkinum. Annar vinningur í Sudokukappingini var ein IPAD mini frá NEMA.

Vinnarin gjørdist Elin R. Olsen á Rættargøtu í Klaksvík. Elin sigur, at tey frammanundan áttu ein IPAD og tí var tað sera hent at vinna ein IPad mini, tí hann er betur at hava við sær, tá ein hevur brúk fyri teldli uttanfyri heimið.

Elin R. Olsen og maðurin Jakup Olsen eiga tríggjar synir, ið allir eru vaksnir. Elin sigur, at tveir búgva heima. Eg havi arbeitt hjá Klaksvíkar Kommunu síðani 1997, sum dagrøktari, og tað hevur mær dámt sera væl. Eg havi dagliga fýra børn í pleygu og vit trívast stak væl saman, sigur Elin R. Olsen við einum smíli, ímeðan hon takkar fyri vinningin, tá vit handa henni IPadin við heim hennara.

Vinnari av

WEBER grill frá KBI

Gjørdist Otto Joensen, Vágsheygagøta, Klaksvík. Otto er helst betur kendur sum smiðjumeistarin á bedingini.

Hjá KBI eru ikki bert WEBER grillir at fáa, fyritøkan førir alskyns amboð til vinnuna, eitt nú til handverkarar, skip og vinnufyritøkur.

Tað er Karl Birgir Isaksen, ið er eigari og stovnari av fyritøkuni og virkið sýnist framhaldandi at mennast og at víðka um virksemið.

Otto Joensen og Elin, kona hansara tóku ímóti, tá vit komu á gátt við vinninginum. ”Hatta kann eg fjasast við í summar” helt Otto skemtandi fyri. Hann hevur stóran vakran urtagarð uttanfyri hús síni við Vágsheygagøtu, so yvaleyst fara tey at fáa gagn burtúr WEBER.

Vinnari av gávukort frá INN Klaksvík

Annfríð Heinesen, Suðurstíggjur 13, 160 Argir, vann gávukortið frá INN í Klaksvík. ”Pílarískot, so má eg koma ein túr til Klaksvíkar”, segði Annfríð, kløkk og glað, tá vit ringdu til hennara og boðaðu frá, at hon hevði vunnið eitt gávukort frá INN í Klaksvík.

Eg eri ongantíð í Klaksvík, men nú má eg koma ein túr at síggja hvussu tit hava tað har norðuri, segði Annfríð skemtandi at enda.

Fleiri vinnarar

Jóna Skorheim, Heygavegur, Klaksvík vann gávukortið frá Z-sport í Klaksvík og

Hanna Hansen, Uppsalagøta 70, vann 1 ks. Sodavatn frá FØROYA BJÓR.

Í dag er sum lovað aftur ein sudokukapping í blaðnum, vit hava ikki enn avgjørt hvørjir vinningar vera at spæla um komandi hálva árið, men verið við gott mót, gátan í blaðnum ídag, kann sendast til okkara og so luttekur hon í dráttinum seinast í januar og beint undan summarfrítíðina, tá vit fara at draga um nýggju stóru vinningarnar.

Góða eydnu og góð jól øll somul og takk fyri tað farna!

Norðlýsið

Harleyfacadeacryl