Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glasir sett nýggjan stjóra fyri gymnasialt miðnám

Tíðindaskriv

Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við 250 starvsfólkum og 1.500 næmingum og lesandi. Elsa Maria Holm Olsen er sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi.

Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donskum bókmentum, við hjánámi í mentan og samskifti. Hon hevur diplom í leiðslu frá Robert Gordon University, er útbúgvin pedagogikumvegleiðari og hevur tikið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Danmark og Sveis.

Hon hevur starvast í Hoydølum síðani 2011 og starvaðist á Handilsskúlanum sum deildarleiðari á Kambsdali frá 1997 til 2002 og í Tórshavn frá 2002 til 2005. Elsa Maria hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Skolen í Danmark frá 1991 til 1997 og verið stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins frá 2005 til 2012.

Elsa Maria Holm Olsen tekur við starvinum 1. september.