Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glasir sýnist ikki hava hugflog til nýggjar leiðir

Oliver Joensen

Í summar hevur Glasir ætlanir um veruliga at fara í kapping við Tekniska skúla í Klaksvík, tað sæst á útbúgvingarleið Glasirs. HT útbúgvingin hevur verið ein av grundarsteinunum hjá Klaksvíkar Tekniska Skúla og til at gera karmarnar her so góðar sum møguligt, hevur tað almenna brúkt milliónir til at byggja skúlanum umstøður til hesa útbúgving, sum hevur verið her í eini 10 ár. 

Ætlanin hjá Glasi hevur fingið Bjørn Kalsø, løgtingsmann at seta landsstýrismanninum í skúlamálum ein grein 52a spurning, sum er soljóðandi:

Bjørn Kalsø løgtingsmaður

Fyrispurningur eftir Tingskipanini § 52a

Fyrispurningur um tøknibreyt á Glasi, settur landsstýrismanninum í mentamálum, Rigmor Dam (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

  1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um hann hevur góðkent, at breyt ella útbúgvingarleið, lík Tøknibreytini á Tekniska Skúlanum í Klaksvík, byrjar á Glasi í summar?

  2. Hvørjar lærugreinir verða bodnar út í sambandi við nevndu útbúgvingarleið?

  3. Eru nakrar av lærugreinunum tær somu, sum eru berandi á Tøknibreytini?

4. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvørja ávirkan stigið, hann hevur tikið, fer at hava á næmingagrundarlagið í nevndu skúlum?

Viðmerkingar

Eyðkennið og týðandi grundarlag undir miðnámsskúlatilboðunum á Tekniska Skúlanum í Klaksvík hevur í mong ár verið Tøknibreytin ella HT-útbúgvingin.

Nevnda Tøknibreyt hevur higartil bert verið boðin út á Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Og fyri góðum 10 árum síðan varð nýggjur skúli bygdur til nevndu breyt. Men nú ljóðar, at Rigmor Dam, landsstýrismaður í mentamálum, saman við sínum samgongufeløgum hevur virkað fyri og góðkent, at sama undirvísingarbreyt byrjar á Glasi í Tórshavn í summar.

Tøknibreytin á Tekniska Skúlanum í Klaksvík hevur verið væl dámd, og grundarlag hevur á hvørjum ári verið fyri minst einum og viðhvørt tveimum flokkum. Og við tað, at útbúgvingin bert hevur verið boðin út í Klaksvík, hava næmingar úr øllum landinum verið umboðaðir í skúlanum á nærum hvørjum ári.

Nú sama tilboð eftir øllum at døma verður boðið út á Glasi, kann hugsast, at grundarlagið undir Tøknibreytini í Klaksvík viknar.

Á Løgtingi, 7. juni 2017

Bjørn Kalsø