Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Glastrevjabátur sokkin eystanfyri

John D. Olsen

Um áttatíðina í morgun sakk glastrevjabáturin Ronja úr Klaksvík

Ronja var á veg eystureftir við 34 kalvalínum, tá teir báðir menninir umborð gjørdust varugir við, at roykur stóð upp úr maskinrúminum. Teir fara aftur til lúkuna niður til maskinrúmið, og síggja tá, at útstøtið er dottið av. Sjógvur fossar tískil inní maskinrúmið.

Teir vórðu skjótt greiðir yvir, at einki var hjá teimum at gera, av tí at alt ov nógvur sjógvur var komin umborð, til at hugsingur var um at standa mát við at pumpa.

Teir kalla á útróðrarbátin, Sjálsenni, úr Hvannasundi, sum var tætt hjá. Sálsenni kemur skjótt til Ronju og fara menninir umborð á bátin. Eina løtu seinni søkkur Ronja.

Norðlýsið frættir, at vandi ongantíð var á ferð, av tí at øll trygdarútgerðin var í lagi.