Fyri nøkrum mánaðum síðan var tíðindafundur í Miðlahúsinum, har formenninir í politisku flokkunum boðaðu frá, at allir flokkar tóku undir við at byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Hetta er ein stórur og søguligur dagur.
Fyri nøkrum mánaðum síðan var tíðindafundur í Miðlahúsinum, har formenninir í politisku flokkunum boðaðu frá, at allir flokkar tóku undir við at byggja og reka Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.
Við triðju viðgerð í dag samtykti einmælt Løgting, at farast skuldi undir at byggja og reka Sandoyartunnilin.
Eg eri hjartans fegin um, at tað eydnaðist okkum at finna eina breiða semju, sum eitt samt løgting tók undir við.
Sandoyartunnilin
Síðani Sandoyartunnilin var settur á breddan hava sandoyggjafólk upplivað gleði og sorg. Vit hava fegnast um politiskar semjur, sum ongantíð vórðu til nakað. Vit hava upplivað hjálparloysi, tá lógin um Sandoyartunnilin var avtikin. Upplivað stóra fráflyting, tí fleiri borgarar flýddu frá oynni, tí eingin loysn tyktist at vera í eygsjón.
Men tá náttin er myrkast lýsir aftur fyri degi.
Tá fyrrverandi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Kári P. Højgaard, ætlaði at gera Eysturoyartunnilin privatan, gjørdu vit skjótt av.
Sandoyartunnilin skuldi gerast áðrenn Eysturoyartunnilin. Tað var okkara útkast.
Tá løgmaður koyrdi landsstýrismannin til hús og Jørgen Niclasen gjørdist landsstýrismaður í tunnilismálum bragdaði. Hann savnaði politisku flokkarnar, tá flokkarnir vóru longst frá hvørjum øðrum.
Gleða okkum
Seinastu árini hava sandoyggjafólk uppliva nógv, men nú er stundin komin at líta frameftir.
Løgtingið hevur samtykt at farast skal undir at byggja og reka Sandoyartunnilin. Eitt samt løgting tók undir við uppskotinum.
Tí haldi eg, at vit skulu gleða okkum til Sandoyartunnilin, tí skjótt verður tað møguligt at koyra millum Streymoynna og Sandoynna.
Fólkaflokkurin hevur um nakar víst, at Sandoyggin stendur hjartanum nær. Vit síggja ljóst uppá framtíðina, og síggja møguleikar, har onnur síggja forðingar.
Vit hava eitt stórt arbeiði fyri framman í oynni. Vit skulu fyrireika okkum til avbjóðingarnar, ið liggja fyri framman. Fólkaflokkurin ynskir nýggju avbjóðingunum vælkomnum, og gleða vit okkum at verða í fremstu røð at mynda framtíðina í Sandoynni
Brandur Sandoy
Løgtingsmaður fyri fólkaflokkin




