Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gleðir seg til tað verður ókeypis at koyra í Norðoya- og Vágatunnlinum

John William Joensen

Í morgun skal løgtingið viðgera ikki færri enn trý uppskot um ein nýggjan Skálafjarðartunnil. Samtykkir løgtingið at tað almenna skal byggja tunnilin so kemur hetta at binda landskassan fyri tvær til trýggjar milliardir krónur tey næstu árini, men sambært løgmanni er hetta ikki ein møguleiki.

Í morgun skal løgtingið viðgera ikki færri enn trý uppskot um ein nýggjan Skálafjarðartunnil. Samtykkir løgtingið at tað almenna skal byggja tunnilin so kemur hetta at binda landskassan fyri tvær til tríggjar milliardir krónur tey næstu árini, men sambært løgmanni er hetta ikki ein møguleiki.

Fyri okkum í samgonguni er bara eitt uppskot og tað uppskot sum er gjørt sambært løgtingslóg har loyvt verður privatum felag at byggja og reka tunnilin til íløgan er afturgoldin.

Hendan loysnin sum landsstýrismaðurin í Innlendismálum hevur arbeitt við bindir ikki landskassan fyri eina krónu og tá hetta uppskotið er samtykt fara vit at byrja avsetingar til ein nýggjan Sandoyartunnil sum breið semja er um í løgtinginum.

Eg skilji ikki hví ávísir politikarar nú mæla til almennar tunnilsætlanir fíggjaðar við bummgjøldum úr Norðoya- og Vágatunnlinum. Tá Norðoya- og Vágatunnilin hava rinda lánsgjøldini aftur verða partafeløgini avtikin og handaði landinum eins og tað alla tíðina hevur verið ætlanin, og eg má siga sum er at eg gleði meg til tað verður ókeypis at koyra gjøgnum Norðoya- og Vágatunnilin.

At binda landskassan til milliarda íløgur í Skálafjarðartunnilin hevur ongantíð verið ætlanin hjá hesi ella undanfarnu samgongu og kemur sjálvsagt ikki uppá tal, sigur Kaj Leo Jóhannensen, løgmaður.

Løgtingsfundurin byrjar kl. 9:30