Eftir tiltakið í gjár, sum Atlantis saman við Dimmalætting skipaði fyri, fór eg upplyftur avstað.
Nógv var komið fram um hvussu Klaksvíkin skal vaksa í framtíðini, og hugaligt var at síggja, hvussu nógv fólk vóru møtt upp og vístu áhuga fyri hesum tiltakið.
Eg nýtti nógva orku áðrenn valið, at vísa á týdningin av, at Klaksvíkar Kommuna skuldi vaksa. Eg vísti á 4 ymisk økir, ið vit, sum politikarar, eiga at virka eftir, um vit ynskja fólkavøkstur her norðuri.
Punktini vóru:
1. Barnafamiljur bestu kor
2. Neyv fíggjarstýring
3. Bestu umstøður til fyritøkur
4. Grundstykkir til øll
Síðani valið, havi eg eisini ført fram, at um Klaksvíkin skal uppliva VØKSTUR, verður umráðandi at vit hava arbeiðspláss, ið krevja høga útbúgving, at bjóða nýggja ættarliðinum. Hetta verður ein tung uppgáva at loysa, men eg fari at gera alt fyri, at vit áhaldandi streingja landsmyndugleikarnar á at fáa stovnar hendan vegin.
Jógvan Skorheim
Varaborgarstjóri
Klaksvíkar Kommuna




