Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gloria – umsorganarheim fyri heimleys í Klaksvík

Oliver Joensen

Í dag var móttøka í umsorganarheiminum Gloria  við Stangavegin. Fríðbjørg Michaelsen, ið er settur leiðari á heiminum, bjóðaði vælkomin og segði sitt sindur frá rúgvusmiklu skránni.

Gloria er sjálvsognarstovnur undir samkomuni Soli Deo Gloria.

Sera nógv er gjørt við húsini, nú skipað er so fyri, at pláss er til 8 búfólk á stovninum. Fríðbjørg segði eisini, at 7 starvsfólk verða knýtt at stovninum og at tað eru sera væl útbúgvin fólk, ið eru sett sum starvsfólk.

Fleiri røður vóru hildnar í dag, eins og skipað var fyri sangløtum, har ymiskir bólkar sungu.

Mánadagin koma so tey fyrstu búfólkini inn á stovnin.

Niðanfyri nakrar myndir frá í dag, og onkrar røður, sum vóru hildnar í dag, hava vit eisini her á síðuni: