Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð 40 uppskot um nýtt búmerki til IRF

Helgi Abrahamsen

Góð 40 uppskot komu inn til búmerkjakappingina, sum IRF útskrivaði fyrst í juni. Freistin at lata uppskot inn var 20. august.

IRF sigur, at endamálið við búmerkjakappingini er at finna fram til eitt búmerki, sum á ein einfaldan hátt lýsir høvuðsendamálið hjá IRF, ið er at fyribyrgja dálking av føroyska umhvørvinum.

Vinnarin av búmerkjakappingini verður avdúkaður tann 20. september, og vinningurin er 20.000 krónur.

Í dómsnevndini, ið skal velja millum innkomnu uppskotini sita: Gunvá við Keldu, grafikari, Edward Fuglø, listamaður, Petra Iversen, nevndarlimur í IRF, Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF og Aslaug Gisladóttir, umhvørvisleiðari í IRF.