Tað vóru sum heild sera góð avrik, sum teir sjey íðkararnir úr Treysti komu heimaftur við eftir innandura DMU í Skive, har tey øll umboðaðu Vejle IF. Seks persónlig met, fimm føroysk bólkamet, fimm aldursbólkamet í Vejle IF og trý heiðursmerkir komu í skjáttuna heimaftur, harav tvey úr silvuri og eitt úr bronsu. Fyri fyrstu ferð vóru íðkarar við í kúlustoyti, longdarlopi og trístøkki. Undanfarin ár hava bert rennarar luttikið.
Sum tey fingu at vita frá venjaranum sínu, Guttorm Sørensen, áðrenn kappingarnar, so er tað eitt sera flott avrik, at náa í topp 18 á danska ranglistanum í sínum aldursbólki, sum krevst fyri yvirhøvur at sleppa til DMU. Tey fimm Julian Gregersen, Hans Sivertsen, Óluva A. Joensen, Maria Biskopstø og Birita Ryan luttóku fyri fyrstu ferð, meðan Gunnar Sivertsen og Oddvør Josephsen hava luttikið áður.
Fyrst at kappast var Óluva A. Joensen, sum luttók í kúlustoyti tíðliga leygarmorgunin. Í Íslandi fyri nøkrum vikum vikum síðani stoytti hon kúluna út á 10,07m, sum sítt besta. Á danska ranglistanum lá hon nummar fýra áðrenn kappingina. Eftir kappingina, sum gekk avbera væl, hevði hon megnað, at stoytt kúluna út á heilar 11,77m og vunnið sær eitt flott silvurheiðursmerki í sínum fyrsta DMU, bert 32 sentimetrar styttri enn vinnarin. Røðin hjá henni bleiv: 10,33m, 10,79m, 11,19m, 11,10m, 11,77m og 10,64 m, tvs. øll vóru longri enn í Íslandi og nýggja bólkametið er nú 11,77m.
Óluva stoytti kúluna út á 11,77m og ognaði sær silvurheiðursmerki
Birita Ryan luttók í trístøkki leygardagin og longdarlopi sunnudagin. Umstøður at venja longdarlop og trístøkk eru tíverri ongar í Klaksvík, og tí hevur hon onki lop vant síðani hon kom aftur úr Íslandi fyri fýra vikum síðani. Eftir at hava lopið í sonu undanfarin ár, so loypir hon nú frá planka, og í lopunum er nokkso avgerandi at fáa atrenningina at passa, og tað er rættiliga trupult tá ein ikki kann venja tað.
Birita luttók i trístøkki og longdarlopi
Men Birita er bæði skjót og sterk. Eftir yvirtrakk í fyrsta, so leyp hon 9,35 m í aðru royndini, sum bleiv hennara longsta. Hon kom millum tær átta bestu, sum fingu trý lop afturat, og bleiv tað næstlongsta hjá henni 9,27m. Undan DMU var hennara longsta trístøkk 9,20m, so talan bleiv um persónligt met við 15 sentimetrum, sum eisini er nýtt innandura bólkamet, sum nú er 9,35m. Vinnarin loyp 10,37m
Í longdarlopi er tær donsku genturnar rættiliga væl fyri og loypa langt. Birita leyp 4,59m í Íslandi, meðan tær bestu donsku leypa yvir 5 metrar. Fyrsta lopið, sum var umleið 4,40m bleiv eitt vet yvirtrakk, næsta bleiv 4,50m og triðja bleiv aftur yvirtrakk. Undir teim givnu venjingarumstøðum so var tað eitt sera gott úrslit. Vinnarin leyp 5,21m.
Oddvør Josephsen og Maria Biskopstø luttóku báðar í 800m leygardagin og 1.500m sunnudagin. Miðteinarenningin í Danmark er sterk í øllum aldri í løtuni, men Oddvør og Maria vístu veruliga, at styril eisini í teimum. Tær báðar vóru í sama riðili, tí betra, í 800m. Oddvør rann seg til eitt flott silvurheiðursmerki í 800m við tíðini 2.21,28 min. bert tvey sekund eftir vinnaran. 800m er trupul at renna, innandura, serliga tá taktikkur kemur í og tað bleiv tíverri tað sum hendi.
Maria og Oddvør áðrenn byrjan Oddvør lá eina løtu á triðjaplássi, men bleiv nr. 2
Í Íslandi rann Oddvør trý sekund skjótari, men lærdi nógv av hesi renningini. Maria B, sum rann seg til persónligt met og fimtapláss við 2.24,66 min. hevði tað eisini trupult og kom at liggja innibyrgd og slapp tí ikki at renna tað hon vildi.
Maria kom at renna innibyrgd nokkso leingiOddvør rann seg til eitt silvurheiðursmerki
Í 1.500m vóru tað komnar í hvør sín riðil. Oddvør í tann seina og Maria í tann skjóta. Báðar høvdu sum mál at renna 4.52 min. seta persónlig met. Maria rann 4.57,15 í Íslandi, meðan besta tíð hjá Oddvør, 5.01,41 min., var frá DMU seinasta ár. Út frá tilmeldingartíðunum, so bleiv greitt, at Oddvør kom at renna púra einsamøll, tí hinar sjey genturnar í riðilinum høvdu munandi verri tilmeldingartíðir – og so bleiv.
Oddvør vann ein greiðan sigur í sínum riðili og rakk tað til eitt sættapláss samlað
Oddvør legði hart út og var longu langt frammanfyri allar hinar eftir fyrsta umfar, og hon økti leiðsluna allan vegin. Hon rann seg væl og virðiliga undir 5 minuttir á fyrsta sinni og setti nýtt persónligt met við heili átta sekundum, so tað nú er 4.53,31 min.
Maria rann ein sera góðan og javnan 1.500m og setti eisini persónligt met
Maria var, sum áður nevnt, komin í tann skjóta riðilin. Níggju gentur vóru við og har bleiv runnið nokkso hart frá byrjan. Maria valdi at renna sítt egna tempo og kom at renna rættiliga javnt øll umførini. Hon rann seg til eitt flott fjórðapláss, og hóast hon royndi tað hon var ment, so bleiv tað ov langt upp til heiðursmerki. Hon kom á mál við avbera góðu tíðini 4.48,30 min. og setti harvið persónligt met við níggju sekundum, og setti samstundis nýtt bólkamet. Vinnaratíðin bleiv 4.41,89 min.
Í hesi renningini runnu bæði Maria og Oddvør undir kravtíðina til Oyggjaleikirnar komandi ár.
Julian Gregersen var tilmeldaður í 800m leygardagin og 1.500m sunnudagin. Julian, sum hevur tikið seg nógv fram seinasta árið og rann 1.59,26 min. í Íslandi, rann enn ein góðan 800m. Í eini taktiskari renning bleiv tíðin hjá honum 2.00,01 min. og bleiv tað samstundis til eitt flott triðjapláss. Vinnarin kom á mál við 1.59,25 min.
Julian rann seg til eitt bronsuheiðursmerki í 800m renningini fyri dreingir 18-19 ár
Í Íslandi rann hann 4.11,21 min. í 1.500m renningini, og nú ætlaði Julian at renna undir 4.08,00 min. sum er Oyl-kravið á teininum. Tí bleiv málið at renna hvørt umfar á umleið 33 sekund og als ikki renna taktiskt. Julian kom á liggja á odda 900 metrarnar, men hevði tá runnið júst tær millumtíðir hann ætlaði og tí kom tað væl við, at aðrir fóru framum, so hann kundi royna at elta teir. Tá tað restaðu tvey umfør, sá út til at Julian dragnaði nakað, men hann mannaði seg skjótt uppaftur og endaði tað við, at tey bæði umførini blivu tey skjótastu. Eftir at hava runnið 1.000 metrar uppá 2.47,1 min. so rann Julian seinastu 500m metrarnar uppá 1.19,29 min.! og hevði ein avbera góðan endaspurt, sum endaði við at blíva bert 4/100 sekund frá bronsuplássinum. Hann náddi málinum hann hevði sett og kom um málstrikuna við tíðini 4.06,39 min. sum er 2/100 sekund skjótari enn bólkametið hjá Marnari Djurhuus. Vinnarin fór um málið eftir 4.04,65 min.
Julian rann ein sera góðan 1.500m og var bert 4/100 sekund frá bronsuni
Ein vælnøgdur og púrasta útlúgvaður Julian eftir 1.500m renningina
Gunnar Sivertsen var tilmeldaður 3.000m leygardagin og 1.500m sunnudagin. Hann hevur mangan runnið niður ímóti 10 min. og tí var ætlanin at renna undir 10 min. í 3.000m. Tí skuldi hvørt umfar rennast uppá 40 sekund, sum er 3.20 min. pr. km. Fyrsti 1.000m bleiv runnin uppá 3.22 min. so skuldi málið náast, so mátti ferðin økjast eitt vet, men næsti 1.000m bleiv runnin uppá 3.25 min. og so var greitt at tað fór at blíva trupult. Ferðin varð tó nokkso jøvn seinasta km og endaliga tíðin bleiv 10.13,88 min. Vinnaratíðin bleiv 9.05,29 min.
Viðmerkjast skal tó at Gunnar hevur drigist við ein skaða í fótinum og tí valdi hann at geva avboð til 1.500m.
Skaðin darvaði Gunnari at renna undir 10 min.
Hans Sivertsen var ein av teimum, sum var til DMU á fyrsta sinni. Í heyst tók hann støðu til, at hann ætlar at blíva rennari burturav. Hann hevur áður eisini staðið seg nøkunlunda í kúlustoyti, hæddarlopi v.m. Hann var tilmeldaður 800m og hæddarlopi, har hann eisini lá í topp 18. 800m skuldi rennast leygardagin. Í Íslandi rann hann teinin uppá 2.15,15 min. Málið hjá honum var tí at náa 2.12 min. ella undir, sum er kravtíðin til talentbólkin. Hann skuldi tí renna upp til sítt allarbesta um málið skuldi røkkast. Útleggið hjá honum bleiv í so skjótt, og tað kom tíverri at kosta. Hann stríddist tó manniliga og kom á mál við 2.16,44 min. sum rakk til eitt fínt sjeyndapláss. Fyrsti drongur um málið brúkti 2.01,95 min. Hans valdi at geva avboð til hæddarlop sunnudagin.
Hans hevur verið sera íðin at venja seinastu tíðina, og eru tí góðar vónir um at hann kann betra sína tíð á 800m við 3-4 sekundum ella meiri, so hann knógvar kravinum til talentbólkin, sum er hansara mál.
Hans gjørdi tað gott í sínum riðili í 800m
Hetta var fyrstu ferð at hópurin úr Treysti til DMU var so stórur og alt gekk væl á túrinum. Tey sum luttóku fyrstu ferð lærdu nógv og komu at kenna nakrar av sínum kappingarneytum í Danmark. Nú fara hesi ungu at taka sær av løttum eina tíð, áðrenn byrja aftur at venja á Svangaskarði, sum fyrireiking til summarkappingarnar.
Gongst sum ætla, so verður farið til DMU uttandura, sum verður í Keypmannahavn 3. og 4. september.
Merkið veittraði uttanfyri Sparbank Arena í smb. við DMU innandura 2016




