Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst, tá bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Stjørnuni møttust í Havn sunnudagin, og so bleiv.
Neistin hevði gott tak á Stjørnuni størsta partin av dystinum, men tá samanum kom, dróg Stjørnan longra stráið, og vann 25-21.
Seinasta vikuskifti varð hol setta á endaspælið í hondbóltskappingini. Stjørnukvinnurnar, sum mugu metast at vera millum favorittarnar til meistaraheitið, løgdu fyri við truplum útidysti móti Neistanum, og trupul bleiv dysturin eisini fyri Stjørnuna. Í eini roynd at steðga álopsmaskinuni hjá Stjørnuni, valdi Neistin at mannsverja Alinu frá fyrsta bríksli, og vísti hetta seg at darva álopsspælinum hjá Stjørnuni nógv. Venjarin hjá Stjørnuni valdi at halda Alinu uttanfyri spælið, og so vóna at hinir leikarnir, serliga Joan og Katarina kundu spæla seg gjøgnum Neistaverjuna ella spæla Unu fría á strikuni, men tað gekk ikki so væl. Neistaliðið var sera uppsett, og leikti hart og kontant í verjuni, ja til tíðir eftir okkara metan ov hart. Tað gekk heldur ikki av tí besta í verjupartinum hjá Stjørnuni, tað tiktist sum leikarnir vóru ikki heilt klárir, og samarbeiðið millum leikarnar hevur mangan verið betur enn henda dagin. Serliga var tað Ása Dam á Neystabø sum var ein støðug hóttan fyri Stjørnuverjuna, hon slapp alt ov lætt til skot.
Tað var tó Stjørnan sum fekk tað betru byrjanina uppá dystin, men tað var skjótt at Neistin svaraði aftur og tók leiðsluna, og hevði eisini leiðsluna størsta partin av fyrra hálvleiki. Hálvleiksstøðan var 12-11 til Neistan.
Alina meira við
Tað var avgjørt ein feilur frá Stjørnuni ikki at lata Alina verða meira við í spælinum í fyrra hálvleiki, hon er skjót og sterk, og tað er onki at ivast í, at hevði Stjørnan roynt at havt hana meira við í spælinum, kundi tað verði skjótt, at Neistleikarin sum mannsvardi Alini bleiv útvístur fyri óregluligt verjuspæl.
Hetta man venjarin hava verið greiður yvir, tí frá byrjan av seinna hálvleiki var Alina meira við í spælinum, og gekk ikki long tíð, til leikari hjá Neistanum fekk tveir minuttir á bonkinum fyri óregluligt verjuspæl móti Alinu. Hesa støðuna gjørdi Stjørnan sær dalt av, og tað var skjótt, so hevði Stjørnan tikið leiðsluna, og fekk enn tá eina leiðslu uppá trí mál. Men Neistakvinnurnar góvu ikki skarvin yvir, men blivu við at stríðast, samstundis sum Stjørnan setti ferðina niður, og Alina aftur bleiv heldur passiv. Hetta gav Neistanum møguleika at kom innaftur í dystin, og fingu tær minka um munin til eitt mál.
Agné avgjørdi dystin
Júst sum spenningurin var í hæddini fekk Neistin við stuttum millumbili tvey brotskøst, men Agné í Stjørnumálinum bjargaði meistarliga báðum brotskøstunum, og í báðum førum kundi Stjørnan fara í skjótt mótálop og skora, og so var dysturin avgjørdur. At tveir av bestu leikarunum hjá Neistanum, Manuela í málinum og Ása D. á Neystabø, stutt frammanundan vóru farnir av vøllinum við skaða, gjørdi uppgávuna hjá Neistanum ikki lættari. Endaliga úrslitið gjørdist 25-21 til Stjørnuna.
Hóast spælið hjá Stjørnuni ikki var av tí besta henda dagin, so góðu leikarnir ongantíð upp, men stríddust til tað síðsta, og tað gav úrslit, og eina góða byrjan uppá endaumfarið.
Málini hjá Stjørnuni gjørdu: Alina 9(2), Bára 5, Katarina 4, Joan 3, Una 2, Louisa 1 og Anna Kristina 1




