Yvirskriftin er ein lýsing, sum sera mong hava roynt at leitað eftir ígjøgnum tíðina. Kanska er tað júst tú, ið lesur hetta, sum stendur í støðuni. Tað er væl skilligt, tí íbúðarmøguleikarnir eru tíverri avmarkaðir í Føroyum – enn.
Dagliga síggja vit á Facebook-bólkum, sum eitt nú »Hús og íbúðir til leigu«, at fólk hava akuttan bústaðartørv, og mangan eru tað nógv, sum draga »nitte-seðilin« í leitanini eftir tí góða bústaðnum.
Vit eiga øll rættin at vera trygg og at hava okkurt fjálgt at búgva í. Landið eigur ein stóran part av ábyrgdini at tryggja okkum borgarum ein leigumarknað við góðum íbúðum, sum kunnu rúma støkum, pørum, familjum, gomlum og lesandi.
Í dag kostar ein “vanlig” íbúð til dømis í Tórshavn um 5500-7000 kr, og langt frá øll megna at gjalda ein so høgan kostnað. Tað kann tó gerast væl bíligari, um landið tekur sín part av ábyrgdini og ger almennar íbúðir, sum eru fjølbroyttar, einfaldar, frískar og snøggar til teirra, sum veruliga hava tørv á eini góðari íbúð.
Hetta er nakað, sum ikki kann broytast ov skjótt, og vit eiga at fara til verka beinanvegin. Ein leigumarknaður, sum tekur atlit til okkum øll, gevur okkum møguleika at kenna okkum trygg og at trívast í samfelag okkara.
Eg brenni veruliga fyri málinum um leigubústaðir, og eg vil vera við til at tryggja, at vit fáa hesi viðurskifti uppá pláss so skjótt sum gjørligt, soleiðis at vit øll kunnu fáa eitt heim, sum vit hava ráð til.
FOKUS AFTUR Á FÓLKIÐ!
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum.




