Fríggjakvøldið hevði countrysangarin Larry Gatlin, ið millum annað er kendur frá The Gatlin Brothers og Gaither Homecoming, konsert í Kelduni í Skálafirði.
Umframt Larry Gatlin vóru bara føroyskir tónleikarar og kórrøddir á pallinum, og tað uppgávuna loystu tey til fulnar.
Men heilt einsamallur útlendingur var Larry Gatlin tó ikki á pallinum. Ímóti endanum á konsertini ringdi telefonin hjá honum, og áhoyrararnir fingu eina heilsan beinleiðis frá Bill Gaither.
Fríggjakvøld kl. 20 má sigast at vera ein keðilig tíð at hava konsert, tá Gekkurin er komin uppá eina millión. Uppmøtingin til konsertina var ikki góð.
Her eru nakrar myndir frá konsertini.




