Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góð minnir frá Næraberg-verkætlanini 4

John William Joensen

Teir steikja spik – Í kvøld verða 14 dagar, síðani vit løgdu út av vánni í Klaksvík. Tá nógv er at gera, gongur tíðin skjótt umboð hjá teimum flestu.

Tíðindi frá Næraberg 3 – Fríggjamorgun 4. mars 2005

Hjá okkum í galluni er mestsum altíð eins nógv at gera. Eg nevndi í 1. brævi, at Mikkjal Joensen og David Steffensen eru náttarkokkar umborð. Her fáa tit eina mynd av knassunum (Mynd1).

Mikkjal og svartkjafturin.

Tey sum tilkomin eru, eiga kanska at minnast, at Mikkjal nýtti nógva av síni tíð sum slaktari, í áttatiárunum, at menna matvørur úr svartkjaftatilfeinginum. Hetta vóru seriøsar royndir at fáa “kjøt-líknandi” vørur úr fiski, eitt nú salami-pylsur, medistarar, búffar (sjógarpur og sjóknassi) og patéir v.m. Hóast vørurnar ongantíð komu í hópframleiðslu, hepnaðust fleiri av vørumenningunum sera væl, og Mikkjal, sum tann ordans maður hann er, hevur dokumenterað tilfar liggjandi um allar sínar vøruúrdráttir, ið møguliga ein dag fara at koma til heiðurs og æru. Vildi ynskt at so bleiv.

Slitu ein “gilsa”.

Hósmorgnunin fingu vit eitt gott hál uppá góð 130 tons. Tá posin verður tikin úr sjónum, og inn á troldekkið, verður hetta gjørt við tveimum risasterkum spølum, ið standa ovaliga fra ímóti stýrhúsinum, – nevnd “gilsa-spøl”(Mynd4). Trossarnir eru sum yvirarmar til tjúgdar. Tað ræður um, ikki at vera í vegin, tá hesi spøl toga, og í gjár hendi tað, ið koma kann fyri, at tann eini gilsin slitnaði. Tað smellir sum eitt bumbuskot, tá tað hendir, og ristingar fara ígjøgnum alt skipið. Tíbetur hendi eingin skaði av tilburðinum, og posin var komin so langt ávegis inn á dekkið, at hann kom til høldar.

Annars var fiskaríið lakari í gjár, og Leon Peteresen skipari avgjørdi at stima longur norður, so vit kastaðu ikki aftur fyrr enn seint í gjárkvøldið.

Amori úr Japan steikir spik.

Eg havi áður nevnt, at vit hava nógv fremmant fólk við umborð. M.a. er Amori úr Japan, ið hevur eftirlit við, at surimu-úrdráttirnir verða gjørdir til lítar. Men hann hevur eisini áhgua fyri øðrum úrdráttum, ið finnast umborð, – hann elskar gott føroyskt lakasaltað spik, og tað hava vit í tunnuvís.

Hann er ofta frammi í galluni og steikir sær eina spika-máltíð (Mynd2). Hann sker spikið í smá stykki saman við reyðleyki. Síðani rør hann nøkur egg og sukur saman. Hann koyrir nógv av kryddaríum útyvir umframt eina javning, ið hann hevur við úr Japan. Tá alt er steikt í eina løtu, koyrir hann eggini og sukri omanyvir, og letur steikja víðari. Og hann rørir sjálvandi við tveimum træpinnum. Hann plagar at stinga mær tveir pinnar fyri at smakka, – og Gunnar Nolsøe, – tað smakkar sera, sera, sera væl (Mynd3 ).

Teldubrøv.

Enn einaferð túsund tøkk til øll tykkara, ið senda mær teldupostar við smáum heilsanum, viðmerkingurm og góðynskjum og myndum. Eg havi sjálvandi ikki stundir at svara øllum, og tað er væl heldur ikki meiningin. Eg vildi ikki verið teldupostarnar fyriuttan – teir stimbra. Men eg skal lova tykkum eftir førimuni at bera heilsanir viðari til røttu viðkomandi.

Nokk hesaferð. Vit hoyrast og alt tað besta heima.

Jógvan Eliasen

Bridge.naraberg@jfk.fo