Nú um dagarnar sigur landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, at hann ferð at royna at fáa semju í samgonguni um at leggja eldraøki út til kommununnar.
Sæð frá okkara sjónarhornið úti í kommununum er hetta góð tíðindi. At fáa tey økir út ið beinleiðis viðvíkja okkara borgarum hava vit longi ynskt og arbeitt fyri.
Hans Pauli Strøm vísir á at royndirnar við barnansingini hava víst, at kommunan kennir betur tørvin hjá sínum borgarum og er skjótari at byggja út fyri at nøkta henda tørv, enn landið er – hetta kann ein ikki annað enn vera samdur í.
Eldraøki er ikki so einfalt at umsita sum barnaansingin. Hetta kann tó gerast við at landið setir krøv til stórri eindir og samstarv millum kommunur sum gjørt er við barnaforsorgarlógini. Eisini mugu ásetast minstu krøv til tænastuna til tey eldru. Verður hetta gjørt so ivist eg onga løtu í, at eldraøki ferð at vera líka væl umsitið úti í kommununum sum barnaansingin er tað.
Tjakast verður um, hvør best kennir tørvin ella er nærri borgaranum landið ella kommunan. Tey ið ikki vilja at økið verður lagt út føra fram, at landið er so lítið og at ein umsiting er nokk. Hetta kann ljóða gott og einfalt. Mínar royndir í 8 ár innan kommunala øki vísa, at einstaka kommunan kennir nógv betur tørvin hjá borgaranu og er før fyri at nøkta hann ofta uttan at hetta viðførir meira umsiting.
Í dag hava vit heimarøktina, røktarheim, vistarheim og sambýlir. Hesi tilboð eru ikki skipað sum ein eind. Verður øki kommunalt kann tað skipast við einari leiðslu, einum stað at skriva seg upp til røkt og einari upptøkunevnd, ið kann visitera umsøkjarar inn á tann stovn ið júst passar til hansara tørv. Henda skipan vil viðføra, at tørvurin í kommununi verður lýstur og viðgjørdur á einum stað. Umsitingin kann gerast einfaldari og tað verður lættari at geva teimum eldru tilboð, ið samsvara við teirra tørv.
Fíggingin av teimum økjum ið vera løgd út hevur stóran týdning. Royndirnar við barnaansingini eru, at kommununnar bert fingu ein lítlan part av tí peningi ið økinum tørvaði frá landinum, tá ið ansingin var løgd út. Henda sannroynd hevur viðvirkað til, at kommununar ynskja at økini skulu fíggjast við at landsskatturin skal lækkað og kommunuskatturin hækkað samsvarandi. Møguliga er hetta ein góð skipan. Tað sum eigur at hava týdning fyri Javnaðarflokkin er, hvat vit gera við tað sannroynd at kommunuskattaskipanin vendir tunga endan niðureftir ? sum skipanin er í dag, so fara tær lágu inntøkurnar at bera ein lutvíst størri part av kostnaðinum, av økjum ið verða løgd út til kommununar, um kommunuskattaskipanin ikki verður broytt. Hetta kann ikki vera Javnaðarpolitikkur og tí er tað mín vón at flokkurin ferð at royna at finna eina haldgóða loysn fyri henda partin eisini.
Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.
http://
heima.olivant.fo/~
eydgunn




