Skúlaungdómur roykir munandi minni, enn áður.
Skúlaungdómur roykir munandi minni, enn áður.
Í mars mánaði í ár gjørdi Fólkaheilsuráðið saman við Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu ESPAD-kanningina, sum verður gjørd 4. hvørt ár í 35 londum í Evropa. Hetta arbeiðið hevur verið gjørt síðan 1995 og hava allir 15 ára gamlir skúlanæmingar svarað einum spurnablaði um royking, rúsdrekka og onnur rúsevni.
Í 2011 var tað nærum fimtihvør næmingur, sum roykti dagliga – 18,7%. Nú er minkað við meira enn 10 prosentum. Dagligir roykjarar í 9. flokki telja í seinastu kanning8,4prosent, sum er ein minking, ið munar.
Fólkaheilsuráðið fegnast um hesa gongdina, og vit rokna við, at hetta eisini dregur aðrar aldursbólkar við sær. Rákið rundanum okkum hevur hjálpt okkum. Í 2011 var bert eitt av norðurlondunum, sum roykti verri enn vit, og tað var Finland, øll hini lógu munandi niðanfyri okkum.
Grundarlagið undir hesi gongdini er bæði rákið, sum er við okkum, og tey mongu átøkini, gjørd verða í skúlunum og millum ungdóm annars – her eru nøkur teirra:
Altjóða roykfríur dagur
Her hevur verið skipað fyri teknikapping fyri børn á hvørjum ári.
Ársins Roykfríi skúli
Ein kapping millum allar skúlar í landinum at vera roykfríur í ein mánað.
Millenniumbørnini
Vit arbeiða við børnunum, fødd í ár 2000, at tey skulu vera roykfrí.
Mín besti vinur
Átakið fevnir um allar 5. – 10. flokkar kring landið.
Roykifyribyrging
Xhale – skeið fyri ungdómsleiðarar – ráðgevarar hjá ungum.