Leygardagn í farnu viku var skipa fyri seyðasýning í Klaksvík, har allir brundseyðirnir á Borðoynni kundu vera við.
Íalt møttu hagapartarnir við 113 brundseyðum, so sigast má, at hetta hevur stóran áhuga millum manna.
Seyðasýningin fór fram í høllini við Flesjavegin, og sera nógv fólk kom framvið, at fregnast. Fyrireikararnir bjóðaðu eisini kaffi við onkrum søtum afturvið, so hóast veðrið ikki var av tí besta, so hittust mong til eitt gott seyðaprát hendan dagin.
Styeðurin, ið bleiv sýndur varð býttur í tveir bólkar, har veðurlomb vóru í einum bólki og veðrarnir í hinum.
Úrslitið gjørdist:
Lomb: Nr. 1 Strandahagi, Hemming Syderbø átti lambið og fekk steyp til ognar. Málini vóru H66-B83-M20. Strandahagi fekk ferðasteypið.
Nr. 2. Hellisdalur v/Karl H. Joensen, málini vóru H66-B83-M19. Karl Heri fekk steyp til ognar.
Nr. 3. Hellisdalur v/Karl H. Joensen, málini vóru H66-B81-M18,5. Karl Heri fekk steyp til ognar.
Í bólkinum har veðrarnir vóru, var úrslitið at Skáltahagi vann. Málini vóru H72-B97-M21,5, tað var Sigfríður Hansen, ið átti veðrin, og hann fekk steyp til ognar.
Allir seyðir, sum fingu silkiband bundið niður á lendarnar fingu stig, har grønt gava 30 stig, hvítt 20, reytt 15 og blátt 10.
Í hesi kapping vóru 4 hagapartar sum vóru javnir við 20 stigum hvør og fingu teir heiðursbræv. Teir vóru: Hellisdalur við karl H. Joensen, Líðargongan við Jákup Skorðadal, Myrkjanoyri við Archibald Black og Akursmørk við Heina Waag.
Dómarar á seyðasýningini vóru Pól Samuelsen úr Vík, Dávur E. Hansen, Tjørnuvík, Olaf í Garði av Eiði og Eddi Joensen úr Kollafirði.
Aftaná Seyðasýningina varð borðhald við røstum kjøti í nýggja kappróðrarneystinum í Árnafirði, har umleið 100 mans vóru við – ein sannur hátíðardagur hjá Seyðaáhugaðum.
Fyrireikararnir lata heilsa og takka øllum, sum hava stuðla tiltakinum og ynskja øllum seyðamonnum eitt gott seyðaár í 2008.




