Fyri løtu síðani tosaðu vit við Kallanes, Árni Zachariassen sigur, vit eru á veg inn, komnir suður ímóti Galvinum. Vikan hevur bara verið góð hjá okkum, ídag hava vit um 7.300 pund, prísurin er góður, størsti toskurin liggur beint niðanfyri 25 krónur fyri kg, íeðan størsta hýsan liggur beint omanfyri 25 krónur fyri kilo. Hesa vikuna hava vit selt fyri umleið 300.000 krónur, ella fyri í meðal um 20 krónur fyri kilo.
Sigast má, at í løtuni hevur tað verið sera hugaligt at rógva út, sigur Árni Zachariassen at enda.




