Á fólkatingi fer Sambandsflokkurin at arbeiða fyri, at føroyingar fáa størri uttanríkispolitiskan leiklut.
Neyðugt er eisini støðugt at arbeiða fyri at betra um handilsavtalur við onnur lond, soleiðis at føroyskt vinnulív fær bestu karmar at mennast í altjóða samfelagnum.
Sambandsflokkurin vil virka fyri, at føroyingar fáa ein virknari leiklut í uttanríkispolitikki. Ígjøgnum ríkisfelagsskapin hava Føroyar diplomatiskt samband við umleið 180 lond, og sendistovur í umleið 70 londum. Harumframt er ríkið umboðað í stórum altjóða felagsskapum sum til dømis ST, meðan Danmark er limur í ES. Vit eiga tí at nýta kunnleikan og drúgvu royndirnar, sum Danmark hevur á økinum, til okkara fyrimun.
Nútíðarhóskandi handilsavtalur
Umráðandi er, at handilsavtalurnar við onnur lond uppfylla tørvin hjá vinnuni. Størsta útflutningsvøra okkara er fiskur og fiskaúrdráttir og nógv tann størsti parturin av hesi vøru verður útfluttur til ES-londini. ES marknaðurin hevur stóra keypiorku, sum nú økist við nýggjum limalondum. Tí er umráðandi altíð at fylgja við í broytingum og laga okkum til krøv frá hesum marknaði, somuleiðis sum handilsavtalan verður gjørd meira tíðarhóskandi.
Globaliseringin ger heimin minni og hevur sett gongd á stóran búskaparligan vøkstur er í øðrum pørtum av heiminum. Tí er neyðugt at halda á fram við tí arbeiði sum lunnar vóru lagdir undir seinast Sambandsflokkurin hevði løgmann, nevniliga at arbeiða fyri at fáa handilsavtalur í lag við onnur lond, sum í framtíðini kunnu gerast áhugaverdir marknaðir. Hetta verður framyvir fortreytin fyri einum vinnulívi í framgongd, sum kann skapa arbeiðspláss til allar føroyingar.
Sambandsflokkurin er liberalur flokkur, sum vil leggja alla orku í at skapa karmar fyri einum blómandi vinnulívi, landi og fólki at gagni.
Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum




