At tað gongur gott í Klaksvík, eins og aðrastaðni í Føroyum, kunnu vit skjótt verða samd um. At síggja áhugafelagsskapir í býnum spenna seg út, trívast og vinna, er gleðiligt fyri okkum øll sum her búgva. Og hetta er Klaksvíkar Róðrarfelag eitt gott dømi um. Hóast umstøðurnar ikki eru av teim bestu, so vísa teirra mongu sigrar, at í felagnum býr sterkur vilji. Vilji at virka, venja og vinna, býnum at frama.

At Klaksvíkar Róðrarfelag, nevndin og fólkið rundanum er so virkið, sæst aftur í felagnum. Limatalið er alsamt vaksandi og meistaraheitini alsamt fleiri.
Tað er nú vit sum býráð eiga at spæla við. Vit eiga at lofta og lyfta í felag við tykkum.
Tí kunnu vit øll fegnast um, at Klaksvíkar býráð á býráðsfundi tann 3. oktober 2017 hevur samtykt, at fíggja ein part av nýggja kappróðrarneystinum.
Staðsetingin er funnin og samtykt av býráðnum.Vit gleða okkum øll, at síggja tær endaligu flottu og spennandi tekningarnar, sum eru ávegis. Hetta verður eitt megnar neyst, har funktionalitetur og sniðgeving eru í hásæti.
Vit fylgja við stórum áhuga gongdini við nýggja kappróðrarneystinum.
Vit ynskja tykkum í Klaksvíkar Róðrarfelag blíðan byr við verkætlanini.