Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góða ferð víðari kapellmeistarin

Hans Egholm

Nakrar mánaðar undan Summarfestivalinum í fjør, andaðist Ólavur Klakk, vanliga nevndur Ólavur Presley. Ikki bara fyri Klaksvíkina var hetta ein skelkur, men eisini ein stórur missur og ein saknur fyri føroyskan tónleik.

Nakrar mánaðar undan Summarfestivalinum í fjør, andaðist Ólavur Klakk, vanliga nevndur Ólavur Presley. Ikki bara fyri Klaksvíkina var hetta ein skelkur, men eisini ein stórur missur og ein saknur fyri føroyskan tónleik.

Ólavur Presley var egin, ein orginalur vildi onkur sagt. Og teimum hava vit ikki ov nógvar av!

Hann var ein hjálpsamur, arbeiðssamur, gávumildur, trúfastur, erligur og til tíðir bersøgin maður. Umframt at hava “humoristiskan sans”, so hevði hann tann eginleika, at síggja okkurt skemtiligt í øllum lívsins støðum.

Tá eg í fjør gekk á tjaldingarøkinum á SF og hugdi eftir ”figurunum” av nøkrum av heimsins tónleikarum, kom mær til hugs, at her átti Ólavur Presley eisini at staði. Hví ikki! Hann var ein av klaksvíks absolutt størstu ”figurum”. Eitt ikon, uttan mun til um ein dámdi hansara framførslur ella ikki.

Vit eiga eina ríka tónleikasøgu, ikki minst takka verið Ólavi. Fleiri við honum ið eisini eru farin í Harrans hendur, tónleikabólkar ella kór, hava somuleiðis givið sítt íkast. Eru hesi ikki eisini verd at minnast ella sømir tað seg ikki? Summarfestivalurin kundi gingið undan, verið nýhugsandi, til heiðurs fyri føroyskan tónleik.

”Ólavur Presley and his dirty Rag Rags” ið var tónleikabólkurin fram um nakran annan hjá Ólavi, gekk egnar leiðir. Teir høvdu stóra frægd av ikki at vera sum aðrir bólkar og lótu seg ikki ávirka av nøkrum ávísum tíðarráki.

Fáar mánaðar áðrenn Ólavur Presley andaðist hitti eg hann til eitt prát og skrivaði eina grein. Talan er bert um ein brotpart úr lívi hansara, men greinin gevur lesarunum eina ábending um ein øðvísi tónleikara.

Við størstu virðing fyri orginalitetinum minnist eg aftur á góðar løtur saman við Ólavi

Góðan summarfestival!