Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góða Karin K og góði Tobbi

John William Joensen

Eg fari fyrst at takka Karin Kjølbro fyri hugnaligar samrøður og fyri tann leiklut hon sum undangongukvinna hevur havt í føroyskum politikki.

Tað, sum far meg at skrivað opið bræv eru tær ákærur, sum næstformaðurin í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, í sjónvarpi (á hátíðarløtu í tinganesi) sendi norður til Klaksvíkar.

Tað eru væl somu ábreiðslur Karin K sipar til í brævið sínum:

"…. at samleikin hjá Heina O. Heinesen er gruggaður av pressuni – hvørs stavnhald ikki er ilt at hóma”.

Karin Kjølbro skrivar, at ivaleyst er Heini skeivt endurgivin og restin av greinini er ein lýsing Tjóðveldinum – sum neyvan nakar við innliti í politisk viðurskiftið kann kenna aftur.

Svar uppá ákærur
Lat meg gera øllum greitt – eisini Tobba – at vit eru eitt lokalblað og skrivað út frá einum lokalpolitiskum sjónarvinkli og besta dømi er viðgerin av Føroyum sum eitt valdømi.

Uttan mun til politisk mørk fóru vit longur inn í viðgerina enn høvuðsstaðarpressan og javan hava vit eisini borið tíðindi úr tinginum uttan mun til hvønn flokk hesi umboðaðu.

Til løgtingsvalið brúktu allir flokkar Norðlýsið og serliga Tjóðveldi var dugnaligt at brúka heimasíðu okkara og vóru vit sera fegin um hetta samstarvið.

Keldurnar vit brúka eru oftast politikarar sjálvir – teir sum eru tættast uppat málum, sum verða viðgjørd.

Vit hava eisini fylgt samgongu samráðingunum – tó kanska ikki so væl sum høvðusstaðarpressan – men vit hava roynt at funnið vinklar, sum aðrir fjølmiðlar ikki hava.

Sandoyartunnilin og Trygdarmiðstøðin vóru vit sera spentir uppá og vóru javnan í samband við Gerhard, Heina og aðrar lokalpolitikarar, sum arbeiddu fyri at fremja hetta málið.

Tá komið var til at býta landsstýrissessirnar vóru vit sjálvandi spentir um Fiskivinnumál fór at falla til Norðoyggjar – men so skuldi ikki verða.

Tað var eitt stórt vónbrot hjá okkum at staðfesta at so at siga alt endaði í miðøkinum og fleiri av samgongulimunum vóru eisini vónsviknir.

Heini rakar altíð seymin á høvdið – tá hann úttalar seg – og eingin orðsøk er at halda at hann er skeivt siteraður hjá okkum ella í øðrum fjølmiðlum.

Tað er altíð lætta at “skjóta sjournalistin” men nú Karin K er farin at gera alt so ljósareyt – standi eg spyrjandi.

Tað eru altíð ymiska áhugamál í politiskum flokkum – eisini í Tjóðveldinum – og fyri politiska orðaskiftið hevur tað alstóran týdning av vit ikki royna at krógva tey burtur.

Eg haldið meg kenna Heina somikið væl, at hann er ikki bangin fyri at kallað ein spaka fyri ein spaka – og tað er júst tí at Heini far stóra undirtøku.

Fyri meg persónliga hevur tað als einki at siga um landsstýrismaðurin hjá Tjóðveldinum eitur Heini ella Tobbi – men fyri Norðoyggjar hevur tað týdning at vit eiga umboð í landsins stjørn – og í kaktorginum á Norðlýsinum vísir nevndarlimur í Norðoya Tjóðveldisfelag á at stór misnøgd er í flokkinum um setaninan á landsstýrisfólkum.

Sambart honum hevur lokalnevndin hjá Norðoya Tjóðveldisfelag tosað saman um málið.

Karin K rósar tingmanningini hjá Tjóðveldinum fyri at vera ung og vælskúlað og roknar við at tey fara at fáa stórt gagn av politisku royndunum hjá Heina O. Heinesen. Hetta stendur væl í andsøgn til tað sum veruliga fór fram – nevniliga at hesi somu góðu fólk vrakaðu Heini O. Heinesen sum valevni til landsstýrissess – hóast hansara drúgvu royndir og innlit.

Eg má undirstrikað at hvørki Tobbi ella Karin K skullu ivast í stavnhaldinum hjá Norðlýsinum.

Vit eru lokalir – og fara framhaldandi at skriva um tey mál sum hava áhugað fyri lokaløkini uttan fyri miðstaðin.

Vinarliga
John William Joensen