Effodeildin
1. deild menn
2. deild menn
U18 dreingir
Stórsteypadystur
Løgmanssteypið
Evropa Cup menn
U18 dreingir steypakapping
1. deild kvinnur
Kvinnur steypakapping
Evropa Cup kvinnur
Dystirnir í heimligu kappingini eru stórt sæð allir teir dystir, sum FSF setur dómarar á. Restina hættar FaroeSoccer sær sum er ikki undir enn, tí tað er alt ov tilvildarligt og illa upplýst, hvør dømir, og hvussu dómaraseðlarnir verða útfyltir (um yvirhøvur).
Harafturat heldur FaroeSoccer sjálvsagt av sínum eintingum áfram at skráseta allar landsdystir føroyinga, eins og vit eisini skráseta teir altjóða dystir, sum hava føroyskar dómarar og eygleiðarar.
Tær nýggju kappingarnar í 2014, sum FSF hevur lagt og boðað frá alment, eru lagdar út á FaroeSoccer, og tær verða eisini at síggja á fsf.fo sum skjótast.
Vit vóna og vænta sama samstarvið og sama góða viljan frá FSF-fyrisitingini, feløgunum og dómarunum at fáa alt at ganga so smidligt og skjótt sum tilber til gleði fyri øll við áhuga fyri føroyskum fótbólti. Okkara partur fer sum vant ikki at liggja eftir!
FaroeSoccer ynskir øllum eitt gott og spennandi kappingarár.




