Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Godafossur á Klaksvík

Tíðindaskriv

Godafossur kom í Norðhavnina kl. 2 í nátt og fór avstað aftur beint eftir miðdag í dag við 3000 tonsum av ymiskum fiskavørum frá m.ø. Sjagakletti, Gullberg, Gadus, Kósini umframt sild og makrel frá Norðborg og Christian í Grótinum.

Vegna møguliga havnastongsulin úti í heimi varð skipað meir inn, enn upprunaliga ætlað. Leiðin gongur fyrst til Tórshavnar, síðani til Pólands, Hálands og Danmark.

Tað verður avskipað í Norðhavnini o.u. 14. hvønn dag. Hetta er hópin ómakasleysari enn at koyra alla hesa nøgdina til Havnar til avskipingar, sum fyrr varð gjørt.