Føroyska U15 landsliðið gav serliga í fyrra hálvleiki harða mótstøðu, men endin var at Sveis vann tryggan sigur.
Sveis vann 4-1 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Men hóast tapið, so spældi føroyska liðið til tíðir fínan fótbólt. Flestu leikararnir vóru væl fyri tekniskt og tordu at spæla. Tað komu eisini fleiri møguleikar til føroyska liðið í fyrra hálvleiki, men tað var Sveis, sum gagnnýtti sínar møguleikar betri. Í seinna hálvleiki fekk Sveis tvey mál afturat, áðrenn Føroyar fekk minkað um munin við brotssparki í síðsta minutti. Brotssparkið skoraði Símun Sólheim. Tvey av málunum hjá Sveis komu eftir deyðbóltsstøður.
Annars kann nevnast, at heilt nógvir áskoðarar vóru til dystin, um vit hugsa um, at talan var um ein U15 landsdyst. Eitt skot vildi verið eini 200-300 áskoðarar. Veðrið var av tí fagrasta og føroyska liðið spældi so mikið góðan fótbólt móti einari sterkari fótbóltstjóð, at flestu áskoðararnir helst fóru rímiliga væl nøgdir til hús eftir dystin.




