Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góði John William!

Magni Arge

Takk fyri orðini um skilamannin. Tey fløva. Fegnist eisini um, at tú heldur valstríðið ganga væl, nú eg havi gjørt av at brúka mín demokratiska rætt at stilla upp til løgtingið.

Takk fyri orðini um skilamannin. Tey fløva. Fegnist eisini um, at tú heldur valstríðið ganga væl, nú eg havi gjørt av at brúka mín demokratiska rætt at stilla upp til løgtingið.

Ein partur av hesum rættinum er at taka lut í tí kjakinum, sum hoyrir valstríðnum til, og tað fari eg at halda fram at gera næstu dagarnar.

Viðurskifti hjá Atlantsflog kanst tú lesa um í frágreiðingum og roknskapum, sum eru kunngjørd árliga til 2007. Síðan tá eru frágreiðingar og roknskapir eisini kunngjørd hvønn ársfjórðing, til felagið varð strikað á partabrævamarknaðinum í 2014.

Minnist meg rætt, høvdu vit avlop 18 av 19 roknskaparárum, men tað sært tú sjálvur, um tú leitar.

Seinastu sjey árini, eg var hjá Atlantic, leveraði leiðslan saman við nevndini 26 frágreiðingar, eina hvønn ársfjórðing. Var ofta harmur um, at ongin spurdi um innihaldið, tí vit gjørdu okkum stóran ómak.

Men nú er tann tíðin farin, har eg hevði heimild og skyldu at svara fyri Atlantic Airways, og eg vóni annars, at vit fáa eitt virðiligt og sakligt politiskt kjak fram til týsdagin.

Alt tað besta ynski eg tær og tykkum á Norðlýsinum!

heilsan

Magni

LES um politiska reinleikan

Harleyfacadeacryl