Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góði Sjúrður Skaale!

John William Joensen

Takk fyri títt svar undir yvirskriftini "Tá Guð verður drigin í politiska runudíkið".

Fyrst av øllum fari eg at siga, at eg kenni ikki til hatta politiska runudíkið, sum yvirskriftin sipar til. Politikkur er ikki annað enn tað, vit hvør sær gera hann til. Og er tað so, at onkur vil gera hann til eitt runudíki, so hann um tað, men tað verður uttan mína hjálp. Hinvegin er Guð nóg stórur til at rætta seg niður til tann djúpast falna, eisini tann, sum liggur í runudíkinum. Hann hevur nevniliga áhuga í menniskjum og at vera við í øllum menniskjunnar viðurskiftum, og tí er Hann við allastaðni, um bert vit ynskja tað. Hesum eru vit báðir ivaleyst samdir um.

Eg havi valt ikki at svara øllum tínum sjónarmiðum aftur, tí so verður mín viðmerking so drúgv, at sjálvt tann tolnasti lesarin ikki hættar sær undir uppgávuna.

Passar ikki
Tú nýtir fyrsta partin av greinini til at ivast í mínum og Jenisar kristindómi, tí vit í tínum eygum fara lætt um sannleikan. Hetta gert tú við at siga, at vit báðir hava lagt teg undir at hava sagt ymiskt, sum tú sigur teg ikki at hava sagt. Nú velst alt um avsendara og móttakara. Sjónarmiðini í fyrru grein míni bygdu á tínar útsagnir, so sum eg sum lurtari fataði tey. Tí vil eg nýta høvið til at fegnast um,
· at tú eftir tínum svarskrivi at døma hóast alt ikki hevur niðurgerandi sjónarmið um føroyskar politikkarar
· at tú hóast alt ikki vilt samanbera ávísar føroyskar politikkarar við teokratar í londum sum Iran og Afghanistan
· at tú hóast alt ikki heldur hánt um, at onkur í politiskum høpi hevur endurgivið úr 2. Mósebók
· og at tú hóast alt heldur, at tað framvegis skal vera loyviligt at endurgeva úr Bíbliuni í politiskum høpi
Samanfatað hevur tú sagt sera lítið av tí, sum míni oyru hoyrdu í sendingini, so vónandi eru tað ikki fleiri enn eg, sum so dyggiliga hava misskilt tað, tú segði.

Tú endar fyrsta brotið í lesarabrævinum við at siga, at "nú setir sólin sjáldan á kvøldi, uttan at bæði Jenis og Bill á degi hava sagt, at teir standa á kristnari grund". Her haldi eg, at tú fert sera lætt um sannleikan, men sjálvandi: "overdrivelse fremmer forståelsen".

Fríggjadagsbønin
Hóast tú í fyrsta brotinum avsannar, so váttar tú í næsta brotinum, at nakrir politikkarar fáa teg at hugsa um Miðeystur. Og tú fert longur og hugleiðir um ein tingfund, sum – serliga tá Jenis av Rana hevði orðið – meira minti um eina fríggjadagsbøn í eini mosku í Iran, enn um ein fund í einum vesturlendskum parlamenti. Her kann eg ikki tosa við, tí eg havi ongantíð verið í Iran og enn minni í eini mosku til fríggjadagsbøn. Tó havi eg onkuntíð sæð undarlig kut á sjónvarpsskíggjanum, har onkur imamur hevur havt orðið. Nú er lívið fjølbroytt og menniskjan ymisk, og tað undrar meg almikið, at ein slík imam-framførsla skal vera tað, sum kom tær til hugs á hesum tingfundi, tí eg havi ongum øðrum møtt, sum hevur havt hesa hugsan. Men "die Gedanken sind frei", og sjálvandi fekst tú onki gjørt við, at tú komst til at hugsa um fríggjadagsbønina. Tú sigur, at eg veit væl, at tað, sum Jenis av Rana bar fram hendan dagin, meira minti um argumentatiónina hjá einum imami í Pakistan, enn hana hjá einum vesturlendskum politikkara. Tað passar ikki, tí tað veit eg als ikki. Av góðum grundum kanska, tí eg veit als onki um, hvussu ein pakistanskur imamur argumenterar, tí eg kenni ongan og havi satt at siga ikki havt nakað samband tann vegin. Eisini undrar tað meg, at tú soleiðis koyrir allar vesturlendskar politikkarar í ein og sama bás, tí vit munnu vera eins ymiskir og allir ælabogans litir, eisini í argumentatión. Samanumtikið haldi eg, at tú skjýtur so langt, langt við síðuna av við hesi samanbering, og tí er tað trupult at taka teg í álvara, hóast eg royni. Eftir míni fatan ert tú superpopulistiskur og roynir at siga okkurt, sum kann geva tínum viðhaldsfólkum ein bíligan látur, sektin á um Jenis verður ofraður.

Miðfloksins sjónarmið
Tað harmar meg, at tú einvíst bara tekur tað fram, sum Jenis av Rana segði í síni røðu undir fyrstu viðgerð. Vit vóru tveir í Miðflokkinum, sum høvdu orðið á umtalaða tingfundi, og tað, sum vit báðir søgdu, var samanlagt tað, sum Miðflokkurin burtur úr túsund talum valdi at siga um hetta málið. Tí stendur tað, sum Jenis bar fram, ikki einsamalt, men saman við tí, sum eg bar fram, umframt tí, sum vit annars hava hildið fram um málið. M.a. hevur Jenis havt eina drúgva grein í trimum pørtum, har hann dyggiliga grundgevur við bæði hagtølum og kanningum sum grundarlagi. Gera imamarnir tað?

Fyri Miðflokkin er talan um meiri enn eitt politiskt mál. M.a. tí setti Jenis seg ímóti, at nakað sum bara líktist hesum slapp til viðgerðar í Løgtinginum í seinastu samgongu. Fyri nógvar føroyingar – eisini okkum í Miðflokkinum – er hetta málið í størri mun eitt andaligt stríð heldur enn bert eitt politiskt stríð um land okkara. Hetta kann t.d. lýsast við teirri sannroynd, at undir fyrstu viðgerð segði Finnur Helmsdal í síni røðu, at Halgabók ikki átti at vera grundarlag undir føroyskari lóggávu. Í roynd og veru hevur málið lítið og onki við minnilutar at gera, tí hetta snýr seg um, í hvønn mun vit taka undir við at lóggeva við støði í óavmarkaðu krøvunum hjá hinum einstaka og sjálvútnevndum minnilutabólkum til at definera sín egna rætt. Ferð eftir ferð hava vit víst á, at tá hini norðanlondini fyrst fóru inn á hesa kósina, máttu tey samstundis slaka upp á felags virðissamleikan. Tí havi eg kallað norðanlond fyri sjálvtøkuborð, har ein og hvør, sum onkursvegna kann kallast minnilutabólkur, hevur óavmarkaða atgongd til lógarverju og politiskt knæfall – næstan líkamikið hvat málið snýr seg um. Tað er vorðið populært at siga, at eitt demokrati snýr seg um, at valdi meirilutin er so tolsamur, at hann treytaleyst gevur minnilutum verju. Evsta avleiðingin av hesum sjónarmiði er, at bara tú ert ein minniluti og hevur okkurt krav mótvegis politikkarunum, so hava teir at gera so væl at boyggja knø. Hetta er alt ein villeiðing og tekur í longdini fólkið og lógarverkið av fótum.

Vit kenna ikki enn avleiðingarnar av erpna tolseminum; tær kenna vit ikki, fyrr enn ov seint er, og tá ikki vendist aftur. Tó hóma vit eina avleiðing, sum longu er vanlig hugsan – ið hvussu er í politiskum umhvørvi -. Hon er, at tað ikki longur er loyvi í politiskum høpi at spyrja, hvat er rætt og rangt, tí tað, sum er rætt fyri ein, kann vera rangt fyri annan. Absoluttir sannleikar finnast ikki, øll eiga rættin at definera sannleikan, og ongin sannleiki er rættari enn annar. Men tá onki longur er rætt ella skeivt, so er heldur onki eftir, sum eitur moralur. Nú er bert etikkur eftir, tvs. hvussu beri eg meg at mótvegis øðrum, og har er uppskriftin hjá tolsemistalsfólkunum: bara tú ikki gert teg inn á næstan móti hansara vilja, so er alt loyvt. Dygdir sum trúskapur, fráhald, lítillætni, ósjálvsøkni og sømiligheit hvørva og ódygdir verða settar ístaðin. Bøkur eru skrivaðar um hesi viðurskifti, og tí er ógjørligt at viðgera stóra spurningin í einum lesarabrævi.

Teokrati – enn einaferð
Nokkso einfalt setir tú spurningin, hvat hevði hent, um fólk á báðum síðum høvdu grundgivið við Bíbliuni í hond. Tað hevði ikki borið til, tí Guð kann ikki siga bæði ja og nei. Og tí, sigur tú, er tað hjá fríggjadagsbønarfólkunum bert EIN imamur, sum sleppur at leggja út, hvat Koranin sigur um dagsins politisku mál. Hetta er sera einfalt, Sjúrður, tí tað er jú longu veruleikin í dag, at fólk á báðum síðum hava nýtt Bíbliuna sum grundarlag. Hetta hevur ikki elvt til borgarakríggj og heldur ikki hevur nakar høgt oyru ella tungu av nøkrum. Tíbetur eru vit soleiðis fyri í okkara landi, at fólk við opnum sinni viðgera Bíbliuna og seta spurningar. Tíbetur eru vit eisini soleiðis fyri, at ongin sleppur at taka einkarrætt at tulka tekstin. Og tí hava vit eitt opið kjak um tilveruspurningar. Men kjarnin er, at fyri tann, sum leitar, er Sannleikin at finna. Og í orðinum "leita" liggur sjálvsagt bæði ivin, mjørkin og snávingarsteinurin. Tað er ikki altíð, at tann, sum leitar, finnur beinanvegin. Fyri summi er vegurin til svarið longri, enn hjá øðrum. Tí er tað als ongin trupulleiki, at ymsar meiningar eru um Guðs orð. Týdningarmest er, at vit eru eyðmjúk og góðtaka, at Sannleikin finst.

Sterkur kristindómur
Tú hevur umsorgan fyri kristindóminum. Tú spyrt, hvat ungdómurin skal halda, tá "talsmenninir" fyri kristindóminum eru so vánaligir. Eitt kunnu vit semjast um: kristindómurin er bæði størri og sterkari enn tey, sum umboða hann. Líkamikið, hvussu vit menniskju kýta okkum, so fer okkum ikki at eydnast at týna kristindómin. Tí Guð er livandi og hevur opinberað sín kærleika fyri menniskjum. Framvegis gerast alsamt fleiri kristin kring allan heimin enn nakrantíð áður. Tí óttist eg ikki fyri, hvat ungdómurin skal halda í hesum sambandi. Eg óttist munandi meiri fyri, hvat ungdómurin skal halda, tá tolsemið og liberalisman hevur brotið øll mørk. Hvat skal ungdómurin halda um eitt nú støðuna í Grønlandi, har fleiri fosturtøkur verða framdar enn børn verða fødd. Hvat skulu børnini halda, tá politikkarar stríðast fyri at fáa rúsdrekka út í hvønn handil, meðan tað framhaldandi oyðileggur heilsu, familjur og búskap hjá óteljandi menniskjum. Hvat skal ungdómurin halda, tá kvinnur í ótali verða hildnar trælir til frama fyri pornoídnaðin. Og hvat skal ungdómurin halda, tá tað ónormala er vorðið normalt, og tá vit politikkarar við lóg tryggja rættin til at liva ímóti nátturuni. Ja, hvat skal ungdómurin halda, tá tey, sum stríðast fyri góðu virðunum, verða hongd út sum fundamentalistar, talebanar, teokratar og ókristilig?

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin