Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Góðir heystdagar

Norðlýsið

Saman við degnum í gjár, hava vit nú havt tveir sera góðar heysdagar. Hetta er tíðin, tá summar og vetur berjast um valdið og í løtuni má vápnavhíld sigast vera, tí hóast framúr gott veður, so er hvørki summar ella vetur, men tað vit kalla heyst og tað eru ikki hissini heystdagar vit hava havt.

Kring um í býnum er nógv virksemi, havar vera gjørdir vetrarklárir, menn eru farnir til útiróðrar, sera góð streymloysa er fyri framman, so ivaleyst fer nakað at koma upp á land komandi dagarnar.

Vit vóru runt við myndatólinum ímorgun, her eru nakrar støður: